Tað vanliga er, at tá Teistanum berst frá at sigla um Skopunarfjørð, verður Ternan tikin av Nólsoyarleiðini og sett í sigling í staðin fyri Teistan. Síðani verður annað skip sett inn at sigla um Nólsoyarfjørð.
Seinastu tíðina hevur nógv rumbul verið um siglingina hjá Teistanum, tí at hann hevur havt sera ilt við at fylgja ferðaætlanini, og sandingar halda, at nú er ov boðið, serliga eftir, at Strandferðslan hevur boðað frá, at Teistin má sigla spakuligari enn vanligt um fjørðin.
Í dag hava sandingar verið á fundi við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um støðuna, men enn er ógreitt, hvørjar, um nakrar, avtalur vóru gjørdar á fundinum, men róð hevur verið framm undir, bæði frá Strandferðsluni og frá Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun at ein loysn hevði verið at seta annað skip inn í siglingina um Skopunarfjørð at hjálpa Teistanum.
Nólsoyingar eru nú farnir at ressast. Í lesarabrævi sent miðlunum í gjár skrivar Maud Wang Hansen, at hon óttast, at tað aftur verður Ternan, sum skal føra sandingar um fjørðin.
- Nú manglar sandoyggin enn einaferð eitt hóskandi skip. So nólsoyingar ressist og verjið borg – annars kann vera, at Ternan er júst rætta skipið at nøkta tørvin á Sandoynni, skrivar hon.
Hon minnir á, at nólsoyingar hvørki hava borgarstjóra ella ternunevnd at tala síni áhugamál, og tí er neyðugt, at teir sjálvir ansa eftir.
Hon fílist eisini á avgerðina hjá Hendriki Old, landsstýrismanni, at strika ætlanirnar um eitt nýtt skip til nólsoyingar.
- Nólsoyggin hevði eina vón um, at fáa eitt skip, sum skuldi byggjast til nólsoyingar at brúka, men hetta var tann fyrsta beistagerðin, sum landsstýrismaðurin Henrik Old gjørdi, hann strikaði snøgt sagt ætlanina um at byggja eitt skip, til Nólsoyarleiðina.
Hon heitir nú á landsstýrismannin um at skipa fyri eini loysn, sum er nøktandi fyri allar farleiðirnar og ikki bara Sandoyarleiðina.
- Oyggjafólkið eigur at standa saman, og krevja nøktandi loysnir, hvørja ferð, fyri allar farleiðirnar. Tað er ikki ein uppgáva hjá leiðsluni hjá Strandferðsluni, at taka dagar ímillum, hvør rópar harðast ella hvør hevur tey fólkavaldu tættast at sær, sigur Maud Wang Hansen.