Nólsoyingar høvdu sett sær fyri at gera okkurt stuttligt, serstakt og ógvusligt, tá fólk, sum høvdu verið útoyggjatúrin, komu til Nólsoyar leygardagin um 17-tíðina.
- Hugskotið kom bara ein dagin, eg var á veg út til Nólsoyar við Ternuni - at gera okkurt ógvusligt og serstakt, sum øll fóru at leggja til merkis.
Tað sigur ein av stigtakarunum til tiltakið á Malarenda í Nólsoy seinnapartin leygardagin. Hugskotið var eisini, at tey, sum komu til Nólsoyar, ikki skuldu vitað av nøkrum.
- Nógv fólk í Nólsoy vóru við í tiltakinum, og tey vistu sjálvandi, hvat fór at henda. Eg haldi, at tey, sum komu til Nólsoyar frá útoyggjatúrinum, vóru púrasta ovfarin og tikin á bóli.
Keldan hjá In.fo sigur, at ætlanin var, at tiltakið á Malarenda skuldi vara í umleið ein hálvan tíma, men tað vísti seg, at fólk bara blivu verandi á Malarenda og høvdu slett ongan hug at rýma.
- Tey skuldu annars heim á kaiuna, har grillin varð tendrað, og felagssangur seinni skuldi verða. Men, sum tíðin gekk, og fólk høvdu hug at vera verandi, noyddust vit líka sum at siga, at nú var liðugt á Malarenda.
Tað var eingin sól hesa løtu, men veðrið var gott og júst veðrið, soleiðis sum tad var, setti sín serstaka og sarkastiska dám á Hawaii-tiltakið.
- Her vóru eitt nú joga-venjingar, surf-venjingar og aðrar framførslur, sum hoyra Hawaii-mentanini til. Gestirnir vóru at síggja til púrasta ovfarnir og stóðu bara og gløddu.
Keldan hjá In.fo í Nólsoy sigur, at tey høvdu bílagt marglittar kransar úr Kina og øll, sum komu á Malarenda, fingu krans um hálsin, so leingi sum nakar kransur var eftir.