Í morgin verður hátíðarhald við tunnilsmunnan á Strondum, og tað hevur ført við sær, at Ternuna er tikin úr Nólsoyarsiglingini, so at Ternan kann flyta fólk úr Havnini á Strendur.
Bjarti Thomsen, nólsoyingur, hevur í morgun sent miðlum og politikarum eitt skriv, har hann heitur á tey, um at steðga óskilinum.
- Hendan broyting hjá Strandferðsluni er púra óneyðugt og vísir bert, hvussu lítla virðing Strandferðslan hevur fyri Nólsoyingum og hvussu lítið hon leggur í at røkja sínar skildur, skrivar Bjarti Thomsen og vísir á, at túrurin úr Nólsoy kl 13.00 fellur burtur og at túrurin úr Tórshavn klokkan 16.20 verður útsettur.
- Hetta forðar fyri, at skúlabørn í Nólsoy og onnur sleppa til tiltøk í Tórshavn týsdagin seinnapart. Eisini er hetta orsøk til, at barnagarðsbørn í Nólsoy ikki verða heintað til tíðina, skrivar Bjarti Thomsen.
- Sambært fjølmiðlum skal bussur flyta fólkið millum Ternuna, tunnilsmunnan og bygdarhúsið. Bussar kundu tað sama koyrt av Bursatanga í Tórshavn, sigur Bjarti Thomsen í dag.
Eisini Jákup av Skarði, nólsoyingur, gevur ilt av sær á Facebook í dag.
- Eitt er, at Hendrik Old strikaði ætlanir um nýggju ferjuna. Men at hann tekur einastu farleið okkara burtur, fyri stuttleikatúr at hyggja at fyrsta skotinum! Nei, hatta er for langt úti. Næmingar skulu í skúla eftir døgurða, onnur skulu til musikkskúla og ítrótt! Vónandi verður hetta umhugsað - og kanska hasi fólkini fara við bussi, skrivar hann.