Nólsoyingar funnu seg sjálvar í Sundalagnum

Bátsforma_urin ásannar, at um teir ikki høvdu vunni_ í Hvalvík, so hev_i møguleikin fyri at vinna fyrsta FM heiti_ í fimtan ár longu veri_ burtur

Eldur kom í FM kappingina millum 10-mannaførini leygardagin. Havnarbáturin hev_i vundi_ burtur úr hinum í tveimum teimum fyrstu kappingunum í superliguni í kappró_rinum. Sigur og sjey stig til havnarmenn leygardagin hev_i havt so stórt glopp frá Havnarbátinum og aftur til hinar vi_ sær, at ta_ hev_i veri_ rættuliga ilt at ímynda sær annan FM vinnara enn Havnarbátin.
Havnarbáturin er framvegis best fyri í FM kappingini. Men nú hava hinar manningarnar og serliga teir á Nólsoyinginum fingi_ íblástur og orsøk til at halda, at ta_ skal bera til.
- Hev_i Havnarbáturin vunni_ hesa fer_, so høvdu teir heilt víst vunni_ FM. Teir hava framvegis besta møguleikan. At vit fingu sjey stig hesa fer_ ber vi_ sær, at vit hava realistiskan møguleika, og honum fara vit eftir.
Nicolaj Falck er bátsforma_ur umbor_ á Nólsoyinginum, og hann er sum vera man ovurfegin um, at ta_ endiliga eydna_ist hjá teimum at fáa fult.Nólsoyingurin hev_i fyrireika_ seg so væl, sum ta_ bar til. Í vikuni uppundir Sundalagsstevnuna vandu teir á Hvalvík. Og tá i_ teir komu á mál sum sigursharrar, var gle_in og gloymurin á hanvarlagnum so stórur, at ta_ tóktist sum um, at talan var um vinnara í heimasjógvi. Ta_ var heldur ikki einki í hesum. Tveir av teimum umbor_ á Nólsoyinginum - brø_urnir Sámal Petur Olsen og Asbjørn Olsen, sum á_ur hava kappast vi_ 6-mannafarinum Hvessingi - eru úr Hvalvík, og tá i_ vertsbygdin ikki er størri enn so, enn at øll kenna øll, so var Nólsoyingurin 10-mannafari_, sum tey í Hvalvík, Streymnesi, Saksun og fleiri av grannabygdunumtóku á vi_.
Hví vóru tit betri hesa fer_, enn tit hava veri_ hinar bá_u fer_irnar?
- Talan er um samanspæl av fleiri umstø_um og vi_urskiftum. Kanska ró_i Havnarbáturin ikki so væl hesa fer_, sum hann hevur gjørt hinar bá_u fer_irnar. Og hjá okkum gekk ta_ væl betri, enn ta_ hevur gjørt.
Hvussu skal ta_ skiljast?
- Bæ_i á Nor_oyastevnu og Eystanstevnuni hava vit havt kensluna av, at báturin hjá okkum ikki gekk, sum hann átti at havt gjørt. Á Nor_oyastevnu kiksa_i endaspurturin hjá okkum, og á Skálafjør_inum var ta_ bara ikki okkara dagur. Vit vóru ikki uppsettir solei_is, sum ta_ er alney_ugt at vera, um hugsningur skal vera um at vinna. Ta_ vóru vit í Hvalvík. Ta_ var skjótt, at vit fingu kensluna av, at manningin og báturin so at siga vór_u eitt. Samanspæli_ millum ró_ursmanning og manningina var fínt, og báturin gekk solei_is, sum vit ikki hava uppliva_ fyrr í ár, og sum vit hava arbeitt fram ímóti og bí_a_ eftir.
Hvussu gekk ró_urin fyri seg?
- Eysturoyingurin og Vestmenningurin fingu besta startin. Vit fingu einki serligan start. Ta_ fáa vit ongantí_. Hví ta_ er solei_is, ta_ duga vit ikki at siga. Men vit fylgdu væl vi_. Hóast Havnarbáturin hev_i vunni_ bá_ar FM ró_rarnar, sum høvdu veri_ frammanundan, so vistu vit, at talan fór at ver_a um stóra kapping frá øllum hinum. Tá i_ vit komu á fimtan hundra_ metra máli_, tóku vit tíggju kraftug tøk. Ta_ munda_i so miki_, at vit komu framum allar hinar, og har eydna_ist ta_ okkum at vera allan teinin.
Hev_i ta_ stóran t_dning, at tit so tí_liga vunnu oddasessin?
- Talan er um positiva ringrás, sum øll tey, i_ hava ró_ kapp og vunni_, ivaleyst kenna til. Tá i_ st_rima_urin seg_i okkum, at nú gekk báturin betri, enn hann hev_i gjørt fyrr í ár, og tá i_ hann seg_i, at nú vóru vit fremstir, og at vit gingu frá hinum bátunum, so gav hetta okkum eyka orku. Solei_is er ta_ bara. Og royndirnar hjá okkum eru eisini, at hjá teimum, sum royna at elta tann fremsta, men sum síggja, at munurin leingist heldur enn at minka, ver_ur ta_ uppaftur tyngri.

15 ár sí_ani seinasta FM
Á sí_stu fimm hundra_ metrunum var Nólsoyingur leysur av øllum hinum. Munurin bara longdist, og í endaspurtinum var Nólsoyingurin kanska tvær bátslongdir og meiri enn ta_ frammanfyri hinar.
Kortini tóktist ta_ sum um, at teir spentu alt ta_ í, sum teir orka_u.
- Vit høvdu gott tak á, hussu ta_ stó_ til vi_ muninum millum okkum og Vágbingin og Havnarbátin, sum kappa_ust aftanfyri okkum, og sum lógu tætt at okkum. Men st_rima_urin var ikki heilt grei_ur yvir, hvussu ta_ stó_ til í kappingini millum okkum og Hoyvíkingin. Hann lá so langt frá okkum, og st_rima_urin iva_ist eitt sindur í, hvussu ta_ var vi_ vísninginum á málinum. Hoyvíkingurin ró_i væl, og teir fara ivaleyst at ver_a vandamiklir tær næstu fer_irnar. Men tíbetur megna_u teir ikki hesa fer_ at gera naka_ vi_ okkum. Ta_ eru vit sjálvandi hjartans fegnir um, sigur Nicolaj Falck, bátsforma_ur á Nólsoyingi.
Manningin á Nólsoyinginum hevr drúgvar royndir í kappró_ri. Elsti ma_ur ver_ur fyrsta dagin 30, og tann yngsti er 19. Seks nólsoyingar eru vi_, og hinir koma ymsta sta_ni frá.
- Nólsoyingarnir hava ró_ mest sum út í eitt sí_ani í 1993. Hjá okkum hevur ta_ veri_ solei_is, at fyrsta uppgávan hevur veri_ at st_ra, og so er man farin at rógva. Nólsoyingurin hevur ikki vunni_ FM sí_ani í 1989, so tú kanst ætla, at vit droyma um at uppliva ta_, sum teir, i_ vit sum ungir dreingir minnast, at teir, i_ eru eldri enn vit, megna_u fleiri fer_ir í áttati árunum. Leygardagin gjørdu vit ta_, sum var alney_ugt. Vit eru vi_ í kappingini. Men vit ásanna, at hon ver_ur tøtt og hør_. Havnarbáturin hevur víst, hvat hann megnar, og Hoyvíkingur, Vágbingur, Eysturoyingur og Vestmenningur mugu eisini roknast at hava realistiskan møguleika at vinna, sta_festir bátsforma_urin á Nólsoyingi.
Nólsoyingur hevur seks fer_ir vunni_ FM. Allar fer_irnar vóru í áttati árunum. Nólsoyingur var meistari í 1981 og 1982, 1985 og 1986 og 1988 og 1989.
Teir, sum umbor_ á Nólsoyinginum vunnu leygardagin í Hvalvík vóru Hans Jákup Jacobsen, Raidar Jacobsen, Høgni Niclasen, Roy Poulsen, Nicolaj Falck, Jakku Guttesen, Thomas Hjaltalin, Sámal Petur Olsen, Asbjørn Olsen, Brian Hansen og Aksel Joensen.

10-mannafør
1 Nólsoyingur 09.49.09
2 Havnarbáturin 09.54.00
3 Hoyvíkingur 09.54.04
4 Vágbingur 09.55.06
5 Eysturoyingur 09.58.23
6 Vestmenningur 10.05.06