Nólsoyingar fáa flótibrúgv

Í sambandi við gerð av ferjulegu verða løgupláss tikin frá nøkrum bátum, og fyri at bøta um atløguviðurskiftini sum heild, hevur býráðið gjørt av at leggja eina flótibrúgv út. Á býráðsfundinum hóskvøldið gjørdi býráðið av, at keypast skal ein nýggj flótibrúgv at nøkta tørvin hjá nólsoyingum við atløguplássi.

Talan verður um eina 30 metur langa og 2,4 metur breiða flótibrúgv, ið hevur pláss fyri gott 20 bátum, alt eftir, hvør støddin er.

Nýggja bátabrúgvin skal leggjast vinkulrætt út frá molanum, 45 metran inn frá molendanum.

Orsøkin til hetta er, at nakrir bátar missa sítt løgupláss undir Klivum orsakað av, at nýggja ferjulegan skal byggjast har. Ein onnur orsøk til bátabrúnna er, at nógvir fremmandir bátar vitja í Nólsoy um sumrarnar, og við einari bátabrúgv verður gott pláss á molanum til vitjandi bátar.

Flótibrúgvin verður løgd í sambandi við gerð av ferjulegu, men tað verður Tórshavnar Havn sjálv, ið fer at standa fyri tí arbeiðinum. Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini, sigur, at flótibrúgvin væntandi kemur nakað áðrenn ferjulegan verður liðug, so roknast kann við nýggjum atløguplássum í Nólsoy einaferð tíðliga komandi vár.