Gott 1100 fólk vóru samlað í høllini á Giljanesi í gjárkvøldið, tá ið FS Vágar 2004 skipaði fyri Føroya Stuttligasta borðhaldi fyri aðru ferð. Í fjør vóru einans einstaklingar á pallinum, men í ár vóru tey uppi í bólkum á tvey. Vinnararin frá í fjør, Hilmar Jan Hansen, var ein av dómarunum í ár. Hvørt parið spældi eina sketj, og til endans skuldu dómararnir gera av, hvør var stuttligast. Tá ið avtornaði, vóru tað Aksel Joensen og Leo Poulsen frá Nólsoyar sjónleikararfelag, sum vóru valdir at vera stuttligast av dómarunum Hilmari Jan Hansen, Vilhemli Johannesen og Jørgini Niclasen.
Barnakjak
Fyrst á pallin var eitt sjónleikarapar úr Gøtu. Tey spældu tvey børn, sum tosaðu um tað, sum børn vanliga tosa nógv um.
- "Eg eigi meira pengar enn tú", og so framvegis var kjakið tey bæði millum.
Hetta var stuttligt hjá áhoyrarunum, hóast framførslan ongantíð fekk salin at kóka.
Diskriminera vegna kynsligu orientering
Næstir á pallin vóru tveir ungir havnamenn. Tú sá beinanvegin, at teir duga væl at spæla sjónleik. Teir tosaðu hart og klárt, og teir vendu allatíðina móti áskoðarunum. Teir útstrálaðu eisini sjálvsálit á pallinum.
Skettjin snúði seg um ein nýútbúnnan mann, sum søkti arbeiði. Hann fær ikki arbeiðið, tí at hann ikki er samkyndur. Hesin hátturin at lýsa eina umvenda diskriminering vegna kynsliga orientering var rættiliga beinrakin, og fólk hugnaðu sær óført. Eisini fekk nýggja kirurgiklinikkin í Klaksvík eitt skot.
Út frá klappunum og látrinum at døma, var framførslan hjá havnamonnunum ein tann besta.
Flogvøll í Søltuvík
Triðir á pallinum vóru tveir ungir menn frá sjónleikarafelagnum í Sandi. Skettjin var um, at ein fínur maður í klædningi skuldi royna at sannføra ein eldri mann um at geva loyvi til at byggja flogvøll á jørðini hjá sær í Søltuvík.
Hugskotið aftanfyri skettjini er gott, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ótíðarhóskandi gamli maðurin var. Hann sat enn og bíðaði eftir at fáa blaðið "14. september" inn um hurðina. Hann tosaði eisini sum ein gamal føroyingur. Skettjin var veruliga eitt dømi um, hvat kann henda, tá ið tað gamla møtir tí nýggja - pengarnir møta seyðahaldi - traditiónin og mentanin møta modernitetinum.
Hugskotið til skettjuna var gott, men tað var toygt ov langt, og til endans var tað ikki stuttligt longur. Ungu menninir virkaðu heldur ikki so tryggir á pallinum. Tað var í heilum, at teir vendu síðuna ella ryggin til áskoðararnar, og teir tosaðu ikki nóg klárt.
Skemtiligir nólsoyingar
Vinnararnir hetta kvøldið vóru nólsoyingarnir Aksel Joensen og Leo Poulsen frá Nólsoyar Sjónleikarafelag. Teir spældu tveir gamlir abbar, sum sótu á ellisheimi og tosaðu um stuttlig minnir. Teirra stílur var sera einkul og beinrakin. Teir vístu, at tú nýtist ikki at gera tær stóru rørslurnar til at fáa fólk at flenna. Teir báðir skiftust um at fortelja krønikkur fyri hvørjum øðrum. Eitt tað stuttligasta var at hoyra teirra egna látur. Sera harðmæltur og festligur látur, sum fekk øll hini at flenna.
Nólsoyingarnir vóru saman við havnamonnunum stuttligasta innslag á kvøldinum, og tað var ringt at taka dagar ímillum, men tá ið avtornaði, vórðu nólsoyingarnir valdir bestu skemtarar 2006.
Tær lokalu "hittaðu"
Seinastar á pallin vóru tvær lokalar kvinnur frá Sandavági og Miðvági. Tær spældu, eins og nógv onnur, tveir gamlir menn, sum tosaðu mestsum í ørviti. Tað var stuttligt at síggja, hvussu væl tær dugdu at spæla og skifta persónligheit. Tær dugdu veruliga at fáa tey vanligu eyðkennismerkini hja eldri fólki við í teirra framførslu. Ífylluorð sum "jaaaaee", "haaaa?" og "eg meini tað" vóru nýtt ímillum setningarnar, og riggaði tað sera væl. Tey fingu eisini nortið við nøkur viðkomandi evni sum til dømis PISA-kanningina. Eisini fingu Marjus Dam og Torbjørn Jacobsen onkra speiska viðmerking.
Góðar umstøður
Høllin í Giljanesi var væl prýdd til høvið. Mestsum øll borðini vóru fullsett. Rós má gevast til fyrireikararnar fyri frálíku umstøðurnar. Tað sæst, at tað varð lagd stór orka í hetta tiltakið, og tað frættist har vesturi frá, at tey hava fingið nógva sjálvbodna hjálp. Skráin var rímiliga væl hildin, og tí gjørdist klokkan ikki so nógv, áðrenn borðhaldið var liðugt.
Vinnararnir úr Nólsoy fingu handað ein kekk uppá 15.000 krónur frá FS Vágum 2004, sum skipaði fyri tiltakinum. Havnamennirnir gjørdust nummar 2, og fingu teir 10.000 krónur. Lokalu kvinnurnar úr Vágum gjørdust nummar 3 og fingu handað 5000 krónur. Brot úr framførslunum á Føroya Stuttligasta Borðhaldi kunnu síggjast á www.portal.fo undir kykmyndir.










