Í dag klokkan 15 fer Egon Hansen í Tilhaldinum í Havn at siga frá um nólsoyarkonur í Havn.
Sum øllum kunnugt er Nólsoy nærmasti granni við Havnina. Í gomlum døgum var øll Suðurstreymoy ein kommuna, har eisini oyggjarnar Nólsoy, Hestur og Koltur vóru við. Nú er alt hitt gamla prestagjaldið savnað í eina kommuna, har Kollafjørður er komin aftrat.
Tað hevur altíð verið gott grannalag millum Nólsoy og Havnina. Nólsoyingar funnu grindirnar, sum løgdu beinini í Havn og seldu fisk til við brúgvarnar. Seinni lossaðu nólsoyingar í Havn, og havnarmenn fingu torv frá nólsoyingum. Soleiðis kundi verið hildið fram og nevnt gott samstarv.
Eisini fleiri nólsoyargentur fingu sær drong úr Havn. Tær flestu búsettust í Havn og gjørdust kendar havnakonur.
Við støði í hesum giftum fer Egon Hansen, ið hevur skrivað Nólsoyar Søgu, at greiða frá nøkrum av hesum kvinnum, sum settu spor eftir seg í Havn.
Myndirnar:
Ein havnarkona í Nólsoy var Anna Baia
Nólsoyarkonan Johanna Maria Skylv giftst við dananum Anders Hansen
Petra á Botni úr Nólsoy giftist við Hans Andreasi Djurhuus










