Nólsoyarferjan samtykt

Løgtingið samtykti í dag at heimila landsstýrismanninum í vinnumálum at gera avtalur um at byggja eina nýggja ferju til Nólsoyarsiglingina. Byggikostnaðurin kann í mesta lagi verða 50 milliónir krónur.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við málinum, og 26 tingfólk atkvøddu fyri og eingin ímóti.

Sambært viðmerkingunum til uppskotið hjá landsstýrinum er ætlanin at byggja eitt Ro-Ro-skip, sum kann flyta 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Harafturat verður pláss fyri 10-12 bilum.

Í viðmerkingunum sigur landsstýrismaðurin, at arbeiðið at smíða skipið verður bjóðað út í Føroyum og uttanlands, og undir viðgerðini í dag talaðu fleiri tingmenn fyri bæði úr samgonguni og andstøðuni fyri, at skipið eigur at verða smíðað í Føroyum - eisini um tað kostar eitt sindur meiri.