20-króna
Tað var kanska hóskandi, at tað skuldu verða nólsoyingar, sum fingu nakað av sínum á nýggju 20-krónuna, sum varð send í umfar hósdagin.
Nólsoyingar vóru nevnliga teir fyrstu, sum mistu sítt motiv á pengaseðlunum, tá 50 krónu-seðilin við Nólsoyar Páll og bygdini annars varð skiftur út.
Nú hava nólsoyingar so fingið vitan á Borðutanga á nýggja 20-krónu. Hesin mynturin er partur av sonevndu »tårnmønt« røðini, sum Tjóðbankin hevur latið gjørt. 20-krónan við Nólsoyar vita er tann sjeynda í røðini av hesum, og hvør teirra er prentað í 1.200.000 eintøkum.
Enn sum áður er tað Margretja Drotning, sum er avmyndað á forsíðuni á krónuni.
Føroyskur listamaður
Tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur sniðgivið baksíðuni á nýggju 20-krónuni, og er hetta ikki fyrsta ferðin, at Hans Pauli prýðir myndir hjá Tjóðbankanum. Ein av hinum 20-krónunum í tárn-røðini er nevnliga at torninum á Christiansborgs slotstårn, og hesa myndina hevur Hans Pauli Olsen eisini gjørt. Somuleiðis var tað Hans Pauli, sum gjørdi myndina á eini av 10-krónunum, sum eru ognaðar ævintýrunum hjá H.C. Andersen. Nevnliga myndina av ljóta dunnuunganum, sum varð givin út í fjør.










