Standmyndin av Nólsoyar Pálli verður sett upp aftur í Vágsbotni. Tað sigur nývaldi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Tað vakti ans, tá ið standmyndin, sum stóð á torginum í Vágsbotni, varð tikin niður fyri at geva rúm fyri skoytuvøllinum – sum ikki varð lagdur har kortini. Ein onnur orsøk til at standmyndin varð tikin niður, er, at býráðið hevur arbeitt leingi við at umskipa Vágsbotn og har varð mett, at standmyndin stóð í vegin.
Síðani hevur kjak tikið seg upp um, hvar standmyndin skal standa, men Heðin Mortensen ger greitt, at tá ið hon verður reist aftur, verður tað onkrastaðni í Vágsbotni. Hann sigur, at tað heilt ítøkiliga plássið skal finnast í samráð við Listarmannin, sum gjørdi hana, Hans Paula Olsen.
Tað er ein tilgongd, tey eru farin undir, men tað er ikki heilt greitt, hvat úrslitið verður. Tað einasta, sum er greitt, er, at tað verður onkustðani í Vágsbotni.
Eitt uppskot hevur verið frammi um at seta hann á Skinnarasker fyri endan á bryggjuni í Vágsbotni. Men Heðin Mortensen væntar ikki, at tað er ein møguleiki, sum tað loysir seg at kanna. Hann sigur, at skinnarasker hevur verið upp á tal áður, men tað settu friðingarmyndugleikarnir ein stoppara fyri. Hellan er nevniliga friðað, so loyvi verður ikki givið til at bora í hana.