Tað er ikki av ongum, at Janus Nolsøe syngur: Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva, her er so friðarligt og stilt…” tá ið hann lýsir bygdina.
Fá munnu vera ósamd í, at Nólsoy er nakað heilt serligt. Oyggin er snøgt sagt ein perla í Føroyum, og ein sannur vinningur fyri Tórshavnar Kommunu – ein bygd, ið eg sjálvur eri so heldigur at hava tilknýti til.
Tað tykist nærum gandakent at ein kann fara úr meldrinum í Havn, seta seg í ein bát, og 20-25 minuttir seinni vera í hjartanum í eini bygd, ið er full av lívið, og gamlari føroyskari bygdamentan. Ein rein føroysk bygd.
Av tí at ein tílík perla er partur av Tórshavnar Kommunu, skulu vit menna hetta til fulnar, uttan at tað ávirkar tað, ið setur sín dám á bygdina sum nú er.
Útstykkingar skulu at verða gjørdar, so nólsoyingar, og onnur, ið ynskja at flyta heimaftur, sleppa tað, og tey ungu í Nólsoy, ið skulu finna sítt egna stev, kunnu festa sínar røtur heima í Nólsoy.
Kommunan skal eisini at bera so í bandi, at fólk, ið gerast eldri, framhaldandi kunnu búgva í Nólsoy. Ein, ið uppvaksin í bygdini, og hevur búð har alt lívið, eigur ikki at verða tvingaður á eitt ellisheim í høvuðsstaðnum, um viðkomandi ynskir at vera heima í heimbygdini.
Tí er mín sannføring tann, at vita eiga at byggja fleiri eldraíbúðir í Nólsoy, ið gevur nólsoyingum møguleikan til framhaldandi at búgva í heimbygdini. Knýtt at eldraíbúðunum skal sjálvandi vera starvsfólk, ið røkta búfólkini.
Treytin kundi verið, at fekk ein eldraíbúð, skuldi ein ikki eiga aðra ogn. Hetta hevði eisini gjørt, at fleiri hús gjørdust tøk hjá m.a barnafamiljum at seta búgv, ella øðrum ættarliðum at taka við.
Høgni Midjord í Stovuni,
valevni til Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin