Fyri 6-7 árum síðani varð byrjað upp á eina stóra norðurlendska verkætlan sum í stuttum gekk út upp á, at Nólsoy skuldi gerast grøn oyggj. Byrjað var við ymsum mátingum, men verkætlanin datt tíverri niðurfyri.
Nú hevur Nólsoyar Orkufelag so loftað einum parti av verkætlanini, og við 1,8 milliónum í stuðli frá Innlendismálaráðnum hevur felagið nú keypt tvær eins vindmyllur.
Myllurnar komu við Norrönu mánadagin, og í gjár vórðu so fyrstu partarnir av vindmyllunum fluttar til Nólsoyar.
Ætlanin er at seta aðra mylluna upp norðan fyri bygdina, meðan hin skal vera til at taka sum eykalutir. Eina myllan megnar at hita smá 40 hús upp.
Bjarti Thomsen, sum er formaður í Nólsoyar Orkufelag, væntar, at vindmyllar byrjar framleiðslu einaferð í juni mánað.
leo@sosialurin.fo