Nólsoy - hin grøna oyggin í útnorði

Kunnandi fundur verður í Nólsoyar skúla í kvøld um orkuverkætlanina, sum ætlandi verður ein liður í norðurlendskum samstarvi um varandi orku og náttúruvernd

Nólsoy

Komandi summar verður støða tikin til, um ein norðurlendsk royndarverkætlan skal setast í verk í Nólsoy.
Gongst sum ætlað, kann Nólsoyggin í framtíðini fáa allan sín orkutørv frá varandi orkukeldum. Ætlanin er nevniliga at gera eitt royndarverk, sum kann gagnnýta vindorku til streymframleiðslu.
Herfyri varð vindmátari settur upp í Nólsoy, og tað eru Sp/f Røkt í Vestmanna og danski granskingarstovnurin, Risø, sum standa fyri mátingunum.
Røkt er felagið, sum framleiðir streym við vindmyllum í Vestmanna og letir streymin inn á netið hjá SEV.

Kunnandi fundur
Í kvøld klokkan 19 verður kunnandi fundur um orkuverkætlanina í Nólsoy.
Á fundinum, sum verður í skúlanum og er almennur, verður nærri kunnað um hesa verkætlan. Greitt verður frá ymiskum skipanum, sum eru møguligar í mun til orkutørvin í Nólsoy, og greitt verður eisini frá, hvussu skúlin í Nólsoy kann luttaka í hesi ætlan. Haraftrat verður nomið við lokalar royndir við varandi orku sum ískoyti í vanliga húsarhaldinum.
Ætlaða verkætlanin miðjar eftir at menna eina skipan, sum í orðsins rætta týdningi kann veita Nólsoyarbygd "grøna" ella varandi orku. Skipanin skal í framtíðini kunna veita bygdini ella neyðuga orku, bæði til el og hita.
Á kunnandi fundinum fer Bjarti Thomsen at bjóða vælkomin, og síðan fer landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, at tosa um orkupolitikk.
Súsanna Sørensen fer at greiða frá upprunanum til verkætlanina, og Kristian Strømmen fer at tosa um ymiskar orkuskipanir.
Dávur Juul Magnussen fer at tosa um orkutørvin í Nólsoy, og Hilmar Joensen fer at greiða frá um møguliga luttøku hjá Nólsoyar skúla.
At enda fer Jógvan Thomsen, sum hevur eina ávísa sólorkuskipan á sínum sethúsum, at greiða frá um sólorku.
Kunnandi fundurin endar við spurningum og kjaki.

Upprunin
Í útnorði (Grønlandi, Íslandi og Føroyum) eru nógv fjarskotin øki, har trupult er at veita álítandi orku. Hesi økir hava eina serstaka og áhugaverda náttúru, sum londini halda eigur at varðveitast.
Í 2002 varð lagt upp til norðurlendskt samstarv við atliti til umhvørvis-og orkuspurningar, har dentur varð lagdur á at menna burðardygga orkuveiting í útjaðaraøkjum, soleiðis at varandi orka í størst møguligan mun kann vera grundarlagið undir veitingunum. Á henda hátt hevði innflutningurin av olju verið minni, samstundis sum størri atlit hevði verið tikið fyri umhvørvinum.
Í 2003 byrjaði ein verkætlan, har fyrst og fremst møguleikar fyri vindorku við vetni (brint, hydrogen) sum orkulagur skuldu kannast. Fyrsta stigið varð at skráseta støðuna innan orkuveiting í útnorði og at meta um alternativar orkumøguleikar á útvaldum økjum.

Peikað á Nólsoynna
Í Føroyum hava myndugleikarnir peikað á Nólsoynna sum royndarøki, og nú eru so skrásetingar av framleiðslumøguleikum og orkunýtsluni í Nólsoy byrjaðar.
Tað er lagað manni hjá fólki, sum hava áhuga fyri varandi orku, at fara út til Nólsoyar til kunnandi fundin í kvøld.
Ritan siglur nevniliga til Nólsoyar klokkan 18.00 og úr aftur Nólsoy klokkan 22.25.