Nóllywood frumsýning í Nólsoy sunnudagin

Klippfisk skipar í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri níggjundu ferð. Fyri einari viku síðan fluttu tólv tannáringar til Nólsoyar at læra at gera film. 

Klippfisk skrivar í kvøld, at filmarnir, sum eru framleiddir á Nóllywood, verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin 8. juli kl. 17. Ternan siglir úr Havn kl. 16:20 og aftur til Havnar kl. 19:25. 

 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Klippfisk. Myndina hevur Nicolaj Falck tikið