Nú livir Natascha í marglæti

Eysturríkska Natascha Kampusch hevur fingið 12 milliónir krónur inn á bankabókina, síðani hon rýmdi frá burturflytara sínum.


18 ára gamla Natascha Kampusch, sum herfyri flýddi frá burturflytaranum Wolfgang Priklopil, livir í dag eitt lív í marglæti, skriva eysturríkskir fjølmiðlar. Samrøður og myndarættindi hava givið so mikið nógv av sær, at í dag hevur hon einar 12 milliónir krónur í bankanum.
(Hetta er bara byrjanin, tí fleiri vilja sleppa at skriva søgu hennara, og onnur vilja sleppa at gera ein film um hana, og slíkt gevur pengar. Sambært eysturríksku fjølmiðlunum er Natascha uppi í øllum samráðingunum, og ráðgevar hennara sleppa ikki at taka nakra avgerð, fyrr enn hon hevur sagt sína hugsan.

Samstundis eru gitingar um, at foreldur hennara kendu Wolfgang Priklopil. Ein granni sigur seg hava sæð tey saman, og onnur halda uppá, at ein fyrrverandi sambúgvi hjá mammuni kendi eisini burturflytaran.