Nú liggur fyri hjá teimum

Brandur Sandoy, tinglimur fyri Fólkaflokkin
------------

Andstøðutingmenninir úr Sandoynni eru millum virknastu løgtingslimir, ið hugsast kunnu.
Leingi hava vit í Sandoynni bíðað eftir at teir fóru til arbeiðs, við at bøta um viðurskifti okkara, og nú er tann endaliga forloysingin komin. Flatskatturin hevur fingið teir til verka.
Nú skal arbeiðast, nú skal slagið standa. Nú skulu vit í Sandoynni hava í posa og sekk. Alt tað sum vit ikki hava fingið síðani 1998, tá tann fyrsti av teimum varð valdur á Ting, skulu vit fáa nú teir báðir eru í andstøðu. Sandoyartunnilin, ókeypis ferðing við Teistanum, og batar í eyst og vest, eru bara nøkur av teimum smámálum, ið hesir fyri Sandoynna frelsandi einglar skulu geva okkum í gávu.
Men so er tað hasin fólkafloksmaðurin úr oynni, ið tilfeldigvís situr í samgongu, sum ikki vil nakran bata fyri okkum neyðars fólk í Sandoynni. Hatta hevur bæði hógv og hala, og hornini er øgiliga spísk. Ja so spísk eru tey, at hann hevur stungið hol á vónina, ið givin varð sandoyggjafólki um batar í samferðsluni.
Hvat er lívið ikki órættvíst.
Nú høvdu andstøðutingmenninir akkurát fingið henda stóra kalvan hálvan innanborða, og so vildi samgongutinglimurin ikki krøkja saman við teimum. Hetta við tí úrsliti, at andstøðutinglimirnir mistu takið og kalvin rendi seg á botn aftur.
Men sandoyggjafólk stúrið ikki. Andstøðutinglimirnir skulu nokk draga tykkum kalvan í bátin fyrr ella seinni. Tað sum ikki hevur verið gjørligt seinastu 14 árini, tað man fara at koma í lag nú ið vit hava ikki ein, men tveir tinglimir í andstøðu.
14 ár at tugast við sama kalva. 14 ár við sama snøri, uttan at hava drigið annað nevnivert í bátin.
Ei undur í at báturin er drivin av kós, hann flýtur so lættur.
Ei undur í at svangligt er innanborða.
Nú liggja ikki færri enn fýra blankir fiskar og sprækla í pavninum. 17,5 mió kr til Teistan, 12,8 mió kr til ítróttarhøllina, umframt 1,2 mió kr at gera hana endaliga lidna við, og 2,75 mió kr at bøta havnalagið í Skúgvi við komandi summar. Umframt eina vissu fyri, at ferðaseðlaprísur og túratal við skipunum hjá SSL ikki verður ávirkað, um eitt nú oljuprísurin hækkar.
Umráðandi er ikki at missa kennið, tá okkurt møguliga er undir bátinum. Eg kann velja at draga snørið á dekkið, og flyta á miðið har eg veit at kalvin heldur til. Men kalvin hevur stert, og hvør veit um hann ikki eisini kundi funnið upp á at tikið, har eg nú flóti, tá løtan verður lagalig.