Nú leita teir eftir vápnum

Vápnaeftirlitsmenninir hjá ST fóru í gjár undir at kanna, um Irak hevur hópoyðingarvápn.

Nú fæst at vita, um Irak hevur hópoyðingarvápn. USA sigur jú, Irak nei, og nú skulu eftirlitsmenninir hjá ST so kanna, hvør sigur satt.

Tíðliga gjáramorgunin fór tað fyrsta bilafylgið við eftirlitsmonnunum úr Bagdad saman við irakskum embætismonnum og einum hala av útlendskum tíðindafólki, sum ætla sær at fylgja við arbeiðinum hjá eftirlitsmonnunum.

Í hesum fyrsta eftirlitsbólkinum eru 17 mans, ellivu vápnaeftirlitsmenn hjá ST og seks serfrøðingar hjá altjóða kjarnorkustovninum IAEA, men um nakrar dagar koma umleið 100 mans afturat. Teirra millum eru vápnaserfrøðingar, verkfrøðingar og fólk, sum hava útbúgving innan lívfrøði og evnafrøði.

Í gjár fóru eftirlitsmenninir fyrst at kanna eina støð einar 20 kilometrar uttan fyri Bagdad. Har vóru vápnaeftirlitsmenn eisini, áðrenn teir vórðu riknir úr Irak. Tá komu teir fram á ólóglig vápn har. Spurningurin er so, hvat eftirlitsmenninir finna hesaferð - ikki bert har, men í Irak.