Fiskivinna
Eiði: Partrolararnir, Dragasund og Akranes, sum eru fyrrverandi Sardis og Topas, landaðu ávikavist á Eiði og í Leirvík mikudagin. Teir høvdu tilsamans 100.000 pund, harav meginparturin var upsi.
Síðan krøvini til landing vórðu broytt, hevur í eina tíð eingin landing verið á Eiði. Men fyri einum mánaða síðan fóru teir aftur at landa eftir, at Norðís Seafood hevur bøtt um umstøðurnar og fingið sína góðkenning uppá pláss aftur.
Hýsa og upsi
Eini 30 fólk arbeiða á Norðís, og fiskaarbeiði er rættiliga støðugt.
- Vit arbeiða serliga hýsu og upsa, sum fer til portiónir og fløk.
Á Eiði siga tey, at meginparturin av ráfiskinum verður keyptur á uppboðssølu, men nú teir aftur kunnu landa á Eiði, landar onkur bátur beinleiðis til virkið.
Í løtuni er lítil fiskur á marknaðinum, tí veðrið hevur verið so vánaligt.
Upsin 15% dýrari
Hóast minni fiskur er á marknaðinum, bendir einki á, at hýsuprísurin er øktur nakað serligt í heyst, men prísurin á upsa er nú ikki so lágur, sum hann hevur verið í summar.
Á Eiði siga tey, at upsaprísurin í løtuni liggur millum 3,50 og 3,80, og tað er øking uppá eini 50-60 oyru seinastu fjúrtan dagarnar.
- Nú prísirnir hava verið so lágir, er hetta ein stór øking í prosentum. Talan er helst um eina øking uppá eini 15-20%.
Vit kunnu leggja aftrat, at toskaprísurin hevur verið rættiliga góður í seinastuni.










