Nú royna fólk at koma nógva rumblinum um pedagogútbúgvingina til lívs, við í staðin at byggja upp ein meira konstruktivan dialog millum partarnar.
Í gjár vóru nøkur umboð fyri 3.p á fundi í Mentamálaráðnum saman við formanni Pedagogfelagsins og rektarunum á ávikavist Læraraskúlanum og Setrinum.
- Fundurin var góður og siðiligir, og nú hava vit vón um, at viðurkiftini batna, tá vit koma í skúla aftur í august, sigur Bjørt Joensen Dahl, sum hevur umboðað flokkin úteftir í málinum.
Tað var í síðstu viku, at næmingar á 2. og 3. árgangi á pedagogútbúgvingini kærdu sína neyð til Mentamálaráðið. Eisini fingu teir stuðul frá næmingum, sum luku útbúgving á skúlanum í fjør. Millum annað varð funnist at kunningini frá leiðslu skúlans, og at tey høvdu ikki fingið allar undirvísingartímar.
Bjørt Joensen Dah greiðir frá, at kravið um betri kunning, skikkaðar lærarar og sum heild gjøgnumskygni í útbúgvingini vórðu viðgjørd í Mentamálaráðnum í gjár. Og at tey nú hava vón um, at í øllum førum hesi viðurskiftini koma upp á pláss skjótast.
- Men krøvini eru heldur ikki órímilig. Hetta er alt slíkt, sum átti at verið í lagi, so tað ber saktans til at fáa tey í rættlag, sigur Bjørt Joensen Dahl við Sosialin.
Hóast tey eru vónrík og nøgd við avrikið, undirstrikar hon, at hetta bara fevnir um málið hjá 3.p.
- Kæran er framvegis til viðgerðar og gongur sína gongd við hoyringum og so víðari. Og vit hava onki við málini hjá 2.p ella koyrdu lærarunum at gera. So har eru framvegis fleiri vinklar, sum skulu viðgerast, áðrenn viðurskiftini á skúlanum eru komin í rættlag aftur, sigur hon við Sosialin.
Men, sum sagt, so eru næmingarnir í 3.p vónríkir og vóna, at málið, sum byrjaði so negativt, nú vendir til nakað positivt fyri teirra viðkomandi.










