Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum um valentinusarmundið 2007
Virknir hondbóltsspælarar siga mær, at hasi trý ótespiligu orðini framvegis verða brúkt millum hondbóltsfólk.
Eitt er, at teir gomlu gubbarnir og tær gomlu gummurnar brúka tey av gomlum óvana, men vónandi verða børnini ikki lærd at siga tey í tí Harrans ári 2007?
Orsøkin til, at orðini verða søgd á donskum, kann ikki vera, at tað er trupult at siga tey á føroyskum, tí tey føroysku orðini eru bæði stutt og snøgg!
NØL=DRÁL, MAS=TROK, SKRITT=FET
Gott í tykkum, brúkið nú tey føroysku orðini!
E.S. Til lukku, steypsvinnararnir!
Við handbóltskvøðu










