Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at keypa minnilutapartabrøvini í P/f Faroe Farming svarandi til 21,93% av partabrøvunum í felagnum.
Við keypinum eigur Bakkafrost allan partapeningin í P/f Faroe Farming við virknaði frá 1. januar 2012.
Eftir keypi av minnilutapartapeninginum hevur Bakkafrost samtakið selt 51% av partabrøvunum í P/F Faroe Farming til íløgufelagið P/F Tjaldur.
Eftir at hesar avtalur eru gjørdar, lýkur Bakkafrost treytirnar í alilógini, um at ein fyritøka ikki kann ráða yvir meiri enn 50% av aliloyvunum í Føroyum, boðar Bakkafrost frá í morgun.