Nú líkist kapppingin sær sjálvari

Eftir fimm tey fyrstu umførini eru tey trý, sum í fjør vunnu heiðursmerkini, á trimum teimum ovastu plássunum, og nú hava øll feløgini roynt at vinna

5. UMFAR SAMANUM

Formula deildin líkist sær sjálvari. Soleiðis er tað, hóast hetta er fyrsta árið, at besta deildin er á skránni undir hesum heitinum. Men besta fótbóltsdeildin er einki øðrvísi, enn hon hevur verið, hóast hon nú hevur fingið navn.
Tá ið átjan umfør vóru avgreidd í fjør, vóru tey trý feløgini, sum høvdu vunnið heiðursmerkini, HB, B36 og Skála. Nú er Formula deildin fimm umfør gomul, og á trimum teimum ovastu plássunum eru somu feløg. Røðin er eitt sindur øðrvísi, tí nú er B36 oddalið, og so eru HB og Skála í hølunum á teimum.
Fimta umfarið komu høvuðsstaðurin og Suðuroyggin best frá. At HB fór at vinna á botnliðnum GÍ, var ikki óvæntað, og tað var heldur ikki óvæntað, at B36 vann tepurt á klaksvíkingum. Meiri óvæntað var tað, at tað skuldi eydnast bæði VB og aldursforsetanum og uppflytarunum í TB at fáa fulla úrtøku. Báðir sigrarnir vóru merkisverdir.
VB sigurin á Skála var merkisverdur á tann hátt, at Skála týskvøldið í løtum sýndi meistaraspæl í Klaksvík, og at VB fyri stórari viku síðani á heimavølli legði rygg til einasta sigurin, sum GÍ higartil hevur vunnið.
VB venjarin hevur sagt, at tað serliga er í álopspartinum, at teir hava havt trupulleikar. Hesa ferð vunnu teir 1-0 - nú hava Skála og VB vunnið tvær ferðir í part á Skála við hesum tølum - og tað bendir á, at VB framvegis hevur tak á verjupartinum. Um úrslitið boðar frá, at teir nú hava fingið betri tak á álopspartinum, ber tað ikki til at gera ógvusligar niðurstøður um, eftir at teir hava fingið eitt mál. Men tað er sjálvsagt, at fyri næstu avbjóðingarnar hevur tað stóran týdning, at tað á Skála eydnaðist at fáa hol á.
Fyri nøkrum árum síðani varð ofta tikið til, at VB megnaði at fáa góð úrslit í Eysturoy. Sunnudagin vóru teir fyri fyrstu ferð í hesum árinum í Eysturoy, og annan sunnudag skulu teir vitja NSÍ. Um tað fer at eydnast teimum at vinna á oddaliðnum B36 á Vágseiði og so at fáa fult í Runavík, so fer VB at teljast millum toppliðini. Tað átti í sær sjálvum at verið motivatión, tá ið vandin fyri botnstøðu og turbolensi lúrdi undan vikuskiftinum.
TB megnaði fyri fyrstu ferð síðani í fyrsta umfarinum í 2002 at vinna í bestu deildini. Sigurin boðar frá, at TB ikki er sinnað at verða kanónføði. Í fimm teimum fyrstu umførunum hava teir tapt tvær ferðir, og tað er ikki so galið av uppflytara. Sunnudagin fer TB til Fuglafirðar, og har verður málið uttan iva at røkka sama úrslitinum, sum teir megnaðu í Runavík, har tað endaði málleyst.
Hjá TB siga teir sjálvir, at tað fyrst og fremst snýr seg um at sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting. Eftir fimm tey fyrstu umførini hava teir tvey lið undir sær. Annað teirra er EB/Streymur, sum higartil bara hevur megnað at vinna í Gøtu, og hitt er GÍ.
Gøtumenn eru illa sperdir, og tað er eingin ivi um, at spurningurin lúrir bæði í Sundalagnum og í Gøtu, um tað hjá teimum skal ganga soleiðis í ár, sum tað gjørdi hjá toftamonnum í fjør.
Men tað er ov tíðliga at gera nakra sum helst niðurstøðu uttan hana, at eftir fimm tey fyrstu umførini bendir nógv á, at kappingin hesa ferð tykist fara at verða tættari, enn hon hevur verið seinastu árini.
Eftir at øll liðini hava havt møguleikan at vinna fimtan stig, er munurin frá B36 á fremsta plássinum og aftur til GÍ á tíggjunda plássinum sjey stig. Tað eru trý stig frá fremsta plássinum hjá B36 og aftur til KÍ á sætta plássinum. Um KÍ hevði havt vunnið í Gundadali, so høvdu teir verið oddalið, og so hevði B36 verið á sætta plássinum. So tætt er tað. Og frá NSÍ á sjeynda plássinum og aftur til GÍ eru tað trý stig.
HB tapti stórt í Íslandi ímóti meistaraliðnum FH. Í fjør, tá ið HB hevði vunnið í Gundadali ímóti KR, varð tað tikið sum ábending um, at føroyskur fótbóltur var á veg rætta vegin. Nú verður sagt, at HB ikki tók uppgávuna í serliga stórum álvara, tí teir góvu fleiri ungum spælarum møguleikan. Hetta var enn ein undirstriking av, at føroysku feløgini framvegis hava ilt við at gera upp við seg sjálvi, hvat tey vilja við altjóða avbjóðingunum.
Í sætta umfarinum, sum verður á skránni sunnudagin, sær skráin soleiðis út: KÍ-NSÍ, HB-EB/Streymur, VB-B36, GÍ-Skála og ÍF-TB.