Nøkur viðurskiftir skulu betrast

Føroysku sjúkrahúsini eru blivin dygdarmett av danska stovninum IKAS. Endamálið við kanningini er at kanna hvørt sjúkrahúsini hava allar neyðugu leiðbeiningar, starvsreglur og fyrisitingarpolitikkir fylgir tí støði, ið Den Danske Kvalitetsmodel hevur sett.

 

Den Danske Kvalitetsmodel hevur sett góðskukrøv til sjúkrahús, ið leggja dent hvussu væl sjúkrahúsini eru skipaði. Tað kann verða alt frá hvussu eitt sjúkrahús tryggjar, at førleikar hjá starvsfólki verða nýttir rætt, at leiðbeiningar til starvsfólk fyriliggja og hvussu viðgerðin hjá einstøkum sjúklingum verður tilrættaløgd.

 

Meir kann lesast her.

 

Niðurstøðan er, at Klaksvíkar Sjúkrahús var tað einasta, ið var mett at liva upp til tey góðskukrøv, sum danska góðskustøðið krevur. Bæði Landssjúkrashúsið og Suðuroyar Sjúkrahús fingu nakrar viðmerkingar um betringar, sum skuldu gerast.

 

Niðurstøðurnar kunnu síggjast her.