Nøkur skip hava brúkiligan fiskiskap

Flestu partrolarapør eru úti og fiska upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur. Tey trý garnaskipini hava eisini brúkiligan fiskiskap.

- Flestu partrolarapør eru úti og fiska upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur. Tó er lítið av hjáveiði. Møguliga landa tvey pør mánadagin og so nøkur seinni í vikuni.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør liggja.

 

Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um teir koma inn í vikuni sum kemur. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva. 

 

- Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Væntandi fara nakrir út um vikuskiftið og koma so væntandi inn aftur at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru.

 

At enda verður sagt, at trý skip eru á svartkalvaveiði við gørnum. Tvey av skipunum koma inn at landa mánadagin og hin triði seinast í vikuni.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya í dag.