Nøkur selja partabrøv og onnur franskar hotdogs

Nógv nýggj feløg í partafelagsskránni

Av teimum 14 nýggju feløgunum, ið stovnað vóru í farnu viku, fara tey flestu at virka innan íløgur í partabrøv. Tó fara onnur at virka innan útgrevstur, tøkni, týðing, útleigan og sølu av fronskum hotdogs, skrivar Business Line.

 

Fróði Magnussen, Árni Arge, Henrik Herlin Jensen og Kim Morgan Ejdesgaard úr Havn, Jan Berg av Velbastað, Eyðun Thorsvig úr Hoyvík, Hans Pauli Petersen av Argjum og Gert Joensen úr Kollafirði hava stovnað eitt partafelag saman og síni egnu hvør sær, sum skulu fáast við at eiga partapening.

 

Rói Hammershaimb Hansen av Langasandi og Tór av Skarði og Jákup Breckmann úr Havn hava stovnað ÍVF Góðs, hvørs endamál er at reka virksemi við sølu av fronskum hotdogum.

 

Allar hinar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.