Nøkur prei um neyðtøkuroyndir

Løgreglan hevur fingið nøkur prei um neyðtøkuroyndirnar, sum eru framdar í høvuðsstaðnum seinastu tíðina. Tað var fríggjakvøldið, at løgreglan tók tað heilt óvanliga fetið, at fara í sjónvarpið og eftirlýsa ein mann í Degi & Viku fríggjakvøldið.

Talan er um tríggjar neyðtøkuroyndir. Seinasti tilburðurin, sum løgreglan veit um, var næstseinastu sunnunátt. Tá gekk ein genta eftir gøtuni Hálsatjørn millum R. C. Effersøesgøtu og niðan móti Kommansmýru. Ein maður steðgaði kvinnuni og spurdi, um hann kundi lána telefonina. Tá hon ætlaði at lata honum telefonina, varð hon feld.

Ein annar tilburður var nakrar dagar frammanundan aftanfyri gomlu løgreglustøðina í Havn, og í summar var ein triðja neyðtøkuroynd við Gundadalshøllina í Havn.

Løgreglan sigur seg vera hampiliga vísa í, at talan er um sama mann í øllum trimum førunum, tí framferðarhátturin hevur verið hin sami. Kvinnurnar lýsa mannin soleiðis: Hann er umleið 175 sentimetrar høgur, sterkur, 20-25 ár og ljósabrúnt hár. Næstseinasta sunnumorgun var hann í hvítari stuttermaðari blusu ella skjúrtu.

Kriminalløgreglan segði við Sosialin í gjár, at tey høvdu frætt okkurt frá fólki um málið og at hesi prei verða kannað nærri nú.

Mynd: Jan Hermansen hjá kriminalløgregluni heitti í Degi & Viku fríggjakvøldið inniliga á fólk, um at hjálpa løgregluni í málinum um tær tríggjar neyðtøkuroyndirnar í Havn seinastu tíðina.