Tey vóru 6 systkin, hini vóru: Jógvan Erland (29/10-1913 til 05/10-2006), Johan (15/01-1917 til 06/03 - 2009), Sámal ( 02.02.1919 til 28/03-1942 ), Godtfred (25/02-1921) og Valborg (26/04-1923)
Hóast høga aldurin kann eg ikki siga, at Karl var mettur av døgum, nú hann fór heim. Heldur var hann møddur av sjúku.
Karl var ein sjáldsama raskur maður og gott var í honum. Jákup á Tormansbakka plagdi at siga, at hann sum skipari hevði sproytað mangan mannin, men eingin var so seigur sum Karl, har vóru bara vøddar, so tú fekst ikki eina nál í hann.
Karl arbeiddi longri enn fólk flest. Tá hann var 87 ára gamal kom hann at biðja meg pløga við sær. Karl helt sjálvur plógnum, meðan eg koyrdi traktorin. Hann pløgdi til hálvaaðru tunnu, og ságt var lendið.
Tá hann var 88 ár, bað hann meg hjálpa sær at seta stiga upp á takið. Hann skuldi festa antennuna, sum var losna. Antennan stendur heilt upp móti mønuni, so mær dámdi illa at lata hann fara upp. Spurdi, um eg ikki heldur skuldi fara. Fekk at vita, at um eg tordi upp, kundi eg fara, men at hann mundi fara at klára tað. Eg slapp tó at festa antennuna.
Karl og systurin Valborg høvdu stóran hava og var hann sera væl røktur inntil Karl bleiv sjúkur. Sera vakur stóð hann um summari serliga tær mongu páskaliljurnar vaktu ans.
Karl var sera birgur inntil hann sum 91 ára gamal fekk opið magasár. Hann var nokk skorin nakað seint, og fekk stórt afturstig av hesum. Eftir skurðviðgerðina kom hann ongantíð heilt fyri seg aftur. Hann kom tí ikki heimaftur á Rygg at búgva, men fór á Sýnina.
Karl hevði heldur ynskt at búð heima, men hevði tó alt gott at bera starvsfólkunum á Sýnini. Hann plagdi at siga: “Eg geri einki til nyttu her inni, so her er einki hjá mær at vera til, ikki tí, legði hann afturat, tær eru fittar allar.” Og tað eru tær eisini, og tóku sær væl av honum líka til tað seinasta. Tøkk skulu tit hava fyri tað!
Eg plagdi at koyra biltúrar við Karli aftaná at hann ikki longur hevði koyrikort. Hann fylgdi sera væl við, hvat fyrifórst í bygdini. Hann legði merki til hvørt hús, sum bleiv málað, vindeyga skift ella onnur smáting, sum eg ikki gáaði eftir.
Seinastu tíðina var hann eitt sindur óklárur, tá hann var inni á Sýnini, men tá hann kom út og sá tey ymsu húsini og støð, hann kendi, klárnaði fyri honum. Hann fór tá at greiða frá ymsum hendingum og persónum, so hvørt vit komu framvið støðum ella húsum, har hendingar vóru farnar fram, ella hesir persónar høvdu búð. Eg sá á honum, tá hann kom fram á eina søgu. Hann lýsnaði í andlitið, smílið kom fram, og so fór hann at fortelja. Sinnalagið var gott líka til tað seinasta.
Karli dámdi sera væl at vitja Sunnivu í Bø. Maður hennara Herluf og Karl vóru systkinabørn og vinmenn. Vit vóru mangan inni á gólvinum hjá henni, tá vit vóru biltúrar. Seinastu ferð vit vitjaðu Sunnivu, var einar tríggjar vikur áðrenn Karl andaðist. Hann tók so hjartaliga í hondina á henni, tá vit fóru avstað aftur. Eg sá, at hann var rørdur. Karl mundi kenna á sær, at hana sáð hann neyvan aftur í hesum lívinum.
Karl fór, sum so mangir tá á døgum, til skips sum hálvvaksin. Hann sigldi í nógv ár við fleiri skipum, bæði trolarum og línubátum. Karl var tó mest kendur, sum handverkari. Hann lærdi hjá pápa sínum á maskinsnikkaraverkstaðnum á Gjónni. Eitt av stóru arbeiðunum, sum Karl var við til, var at byggja Miðvágs Kirkju. Hesum arbeiði stóð pápi hansara fyri. Kirkjan hevur skifurtak, sum var vanligt í teimum døgum, tá hon var bygd. Karl dugdi sera væl at leggja skifurtak á. Hann var við til at umvæla hesi tøk ymsastaðni í landinum, inntil hann var omanfyri 80 ára aldur.
Karl var morgunmaður. Hann fór altíð upp um 5-6 tíðina og so til verka. Hann fortaldi, at ein morgunin var hann sum vanligt farin tíðliga upp, hann skuldi grava út fyri nýggjum køsti til 4 neyt. Tá onnur fólk komu upp, var Karl liðugur at grava. Tá segði Stewart við hann: “You are a man for a work”. Stewart var skotskur sakførari, sum plagdi at ferðast á Ryggi á hvørjum sumri millum kríggini. Hann segði seg vera arvingin til skotsku trónuna.
Karli dámdi sera væl at fiska síl. Hetta komst møguliga av, at áðurnevndi Stewart kom til Føroya mest fyri at fiska síl. Stewart var múgvandi maður, so hann hevði ungar menn við sær sum berarar, tá hann fór at fiska. Ein av hesum berarum var Karl. Karl gavst tó at fiska síl, tá hann kom til mans. Í 1970 bað eg Karl gera mær ein odd. Eg spurdi hann tá, um hann ikki kom við at royna oddin. Hann visti ikki, hann hevði tá ikki fiska síl í eini 35 ár. Hann kom tó við. Vit fingu 99 síl. Nummar 100 vildi ikki býta á, tó at vit royndu leingi. Tá birtist áhugin fyri sílaveiðuni hjá Karli aftur av álvara. Vit vóru nógvar túrar á Fjallavatni saman. Tó fiskaði hann mest saman við Heina hjá Godtfredi.
Karl var sjálvstýrissinnaður maður. Sjálvbjargnishugsjónin stóð honum nær. Honum dámdi sera illa argumentini hjá sambandsfólkum. Hesi vóru av fáu tingunum, sum kundu øsa Karl.
Karl hevði sera gott minni. Serliga var tað familju, sum hann visti nógv um. Hann kendi flestu familjur í Vágum fleiri ættarlið aftur í tíðina, og dámdi væl at greiða frá. Tá onkur bók kom út, sum greiddi frá familjum í Vágum, og feilur var í, var Karl harmur.
Karl var ikki bert kropsliga sterkur, men eisini sálarliga. Hann var út fyri nógvum skakandi hendingum.
Sum ungir fóru Karl, Jógvan Erland, Hassi og Sigurd á Urðina at fleyga lunda. Karl gekk aftastur og Jógvan Erland næstaftastur. Mitt um bergið var Jógvan Erland áhaldsin og datt. Tá segði Karl stillisliga við hinar: “Nú fall bróðir”. Fleiri høvdu nokk rópt við. Teir fóru so at hyggja útav og sóu, at Jógvan Erland var støðgaður á einum rókarskapilsi longur niðri. Hann fekk sjálvur komið sær aftur á gøtuna, og teir hildu áfram niður á Urðina.
Tað minniligu ferðina, tá Kaj hjá Sørini knústi lærið í Nýggjabergi, var Karl eisini við. Hann var júst komin upp á eggina, tá róp kom í niðri í berginum. Ein steinur var dottin og hevði rakt Kaj í lærið, sum fór í knús. Jóannes Norði í Stovu var einsamallur niðri saman við Kaj. Bratt var, og Jóannes hevði nokk við at halda Kaj, so hann ikki datt oman. Karl lesti seg niðuraftur, teir bundu beinið á Kaj til, sum teir kundu best, og fingu hann við mikið strev upp á Eggina og heim í Fjallhúsið, har teir yvirnáttaðu í ringasta ódnarveðri. Dagin eftir fór Kaj á sjúkrahúsið.
Ein morgunin í 1967 var Karl sum vanligt til arbeiðis á Gjónni áðrenn kl. 0700. Tá brestur hurðin upp og Martin Berg kemur inn, eldslogin stendur um hann. Karl var skjótur og fór í ánna við honum at sløkkja eldin. Martin hevði fingið dánilsi og var dottin yvir opnan eld, tá hann var í ferð við at gera sær morgundrekka. Hann var vaknaður við aftur av pínu. Hann var so illa brendur, at hann doyði fáar dagar seinni á sjúkrahúsi í Danmark.
Á sumri í 1992 stóð Karl uttanfyri handilin hjá Jákup Magnussen og tosaði við vinmannin Niels Paula Hansen, tá Niels Pauli knappliga dettur deyður niður. Karl dámdi ikki at tosa um hetta seinni.
Í 1942, tá Nýggjaberg fórst, skuldi Karl sjálvur havt verið við tann túrin, men ein vinmaður hansara, sum hevði familju at forsyrgja, bað lova sær við ístaðin. Karl játtaði hesum. Eitt tað seinasta hesin maður segði, áðrenn teir fóru avstað, var: “Karl hevur mangan verið mær góður”. Nýggjaberg kom ongantíð aftur. Millum teir, sum fórust, var eisini bróður Karl: Sámal.
At Karl hevði latið annan mann fara fyri seg, nívdi hann so leingi, hann livdi. Tá modell av “Nýggjaberg” kom í kirkjuna at standa, spurdi Karl meg, um hann skuldi havt gjørt ørvísi. Hann tosaði eisini um hetta sama seinni.
Karl var ikki bert við at byggja Miðvágs kirkju, hann var eisini ein sera trúgvur kirkjugangari. Hann gekk í kirkju hvønn sunnu- og halgidag, so leingi hann orkaði. Karl var eitt sera gott fólk, altíð stillur og blíður. Hann var eisini góður við síni, serliga var tað Heina og børnini hjá honum, sum stóðu Karli nær.
Friður verið við minninum um Karl.
Georg