Nøkur línuskip landa hesa vikuna

- Vit vænta bert eitt línuskip í dag við svartkalva og blálongu. Seinni í vikuni koma tvey ella trý onnur línuskip við tosk og hýsu, og væntandi koma nøkur inn við brosmu og longu. Møguliga kemur eisini eitt línuskip inn við svartkalva og blálongu.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini fyri hesa vikuna.

Streymurin verður góður, og veðurvánirnar eru hampiligar. Vit vænta tí nakað av útróðri gjøgnum vikuna. Tað, sum kemur av fiski, verður mest toskur og hýsa.

Fýra djúpvatnstrolarar eru til vanligan fiskiskap. Skipini fiska mest upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Tvey skip koma inn í dag, meðan hini bæði skipini koma inn seinni í vikuni.

- Aðrir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap og frysta umborð.

Fiskamarknaður Føroya sigur, at nakrir partrolarar eru eisini til fiskiskap, men veiðan er smálig og skipini koma inn, sum vikan gongur.

- Ein trolbátur er á Skeivabanka og fær eina blanding av toski, upsa, longu, hvíting og nakað av havtasku. Hesin báturin landar helst miðskeiðis í vikuni. Væntandi fara aðrir trolbátar út, sum vikan líður, men teir verða neyvan inni aftur í vikuni.

Í løtuni eru trý garnaskip til fiskiskap. Eitt fiskar svartkalva eystanfyri og landar í dag. Eitt skip fiskar havtasku og landar væntandi miðskeiðis í hesi vikuni.

- Tað triðja garnaskipið fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini fyri hesa vikuna.