Nøkur fáa enn meiri ferð á internetið

Tað er hent ikki so lítið á internetøkinum seinastu tíðina og nú fáa eisini tey, sum hava tað bíligasta internethaldið frá Føroya Tele, hægri ferð, samstundis sum prísirnir lækka. Í hesum sambandi verður ferðin á 2 Mbit-internethaldunum sett upp í 3 Mbit, og prísurin verður settur eitt vet niður.

Samstundis er enn størri ferð sett á hjá teimum, sum Føroya Tele longu hevur flutt upp á 8 Mbit, tí frá 31. mars fáa tey 10 Mbit.

Kortini eru onkrar tekniskar avmarkingar fyri, hvør kann fáa hægru ferðirnar.

Føroya Tela upplýsir á sínari heimasíðu, at sum støðan er nú, ber ikki til at fáa breiðbandshald yvir 2Mbit í hesum bygdum: Bø, Dali, Funningi, Gásadali, Gjógv, Kunoy, Nólsoy, Norðradali, Saksun, Syðradali í Kalsoy og Syðradali í Streymoy.