Nú kunnu vit ferðast til Svøríkis og Portugal

Rumenia er eitt av nýggju londunum á listanum hjá danska uttanríkisráðnum yvir »sóttarhaldslond«.

Í dag hevur uttanríkisráðið í Danmark dagført ferðavegleiðingar til lond í ES, Schengen-økinum eins og til Bretlands.

Broytingarnar merkja, at tað nú er gjørligt hjá donskum ríkisborgarum at ferðast til øll øki í Svøríki og Portgal uttan at fara í sóttarhald í tvær vikur eftir at vera komin heimaftur.

Uttanríkisráðið lýsir londini eftir, um tey eru »opin«, ella um tey eru »sóttarhaldslond«.

Er eitt land gult og harvið opið sambært donsku myndugleikunum, kann ferðast til londini við varsemi. Um eitt land er appelsingult – eitt sonevnd »sóttarhaldsland« – verður frárátt at ferðast óneyðugt.

Á listanum niðanfyri síggjast londini á listanu hjá danska uttanríkisráðnum eftir dagsins dagføring:

Gul lond, sum ferðast kann til:

* Belgia.

* Cypern.

* Estland.

* Finland.

* Frankaríki.

* Grikkaland.

* Holland.

* Írland.

* Ísland.

* Italia.

* Kroatia.

* Letland.

* Liechtenstein.

* Litauen.

* Malta.

* Noreg.

* Pólland.

* Portugal.

* Schweiz.

* Slovakia.

* Slovenia.

* Spania.

* Bretland.

* Svøríki.

* Tjekkia.

* Týskland.

* Ungarn.

* Etsturríki.

 

Appelsingul lond, har ikki-neyðugar ferðir vera frámæltar:

* Luxembourg.

* Rumenia.

* Bulgaria.

* Restin av heiminum uttan fyri Evropa.

/ritzau/