Nú kunnu øll døma

Stóra samrøðuevnið í dagsins Formula-umfari var, um tað var rætt av Rúna Gaardbo at døma brotsspark, tá Atli Gregersen í yvirtíðini fór um koll í KÍ-brotsteiginum.

Ein av myndamonnunum til dystin var Jóannes N. Poulsen, og hann hevur tikið myndarøð í sekundunum, har brotssparkið verður dømt.

 

Og nú ber so til hjá lesarum hjá portalinum at gera sína egnu meting av hesum.