Nú kundi Edmund ikki bara sær longur

Eg havi mangan í mínum stilla sinni undrað meg yvir, hvussu samstarvssinnaður og semjusøkjandi Edmund Joensen hevur verið í rættaliga drúgva tíð av hesum andstøðuskeiði okkara.

 

Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt bæði okkara millum og millum tingfólk úr bæði Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. Okkara felags styrki og okkara felags áhugi í at arbeiða saman hevur ligið í tí álvara, sum báðir flokkar hava sæð í politisku ætlan samgongunnar - nevniliga fullveldisætlanini.

Men í Sosialinum í gjár og í Dimmu fyri nøkrum døgum síðan sóu vit góða gamla Edmund Joensen aftur. Í greinini, sum ber heitið ?Eingin øsing?, sigur sambandsformaðurin, at Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal og eg skulu vera samdir um, at friður skal valda, meðan loysingin fer fram, tí vit í útvarpinum høvdu mælt til eitt siðiligt og virðiligt orðaskifti fram til fólkaatkvøðuna.

Speirekandi, argandi og eina og aleina við trúgv upp á egin politisk evni, bólkar Edmund Joensen knappliga formann Javnaðarfloksins saman við oddamonnunum í fullveldisætlanini. Og knappliga verður hansara egni samstarvsflokkur í andstøðu bólkaður saman við loysingaflokkunum. Og niðurstøðan hjá Edmundi Joensen er, at nú eiga øll tey, sum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, bert ein hyrða, og hann eitur sjálvandi Edmund Joensen.

Eg skal gera skjótt av í hesi grein.

Fyri tað fyrsta, so er Javnaðarflokkurin har, hann altíð hevur verið. Hvørki Edmund Joensen ella nakar annar kann gera okkum til loysingarflokk, hóast vit ikki sum hann seta okkum á afturpartin og bara siga ?noy?. Javnaðarflokkurin er ikki fyri loysing, hóast Edmund Joensen dúgliga áður hevur roynt at givið okkum hetta spjaldrið, men vit hava hin vegin einki ímóti, at vit føroyingar átaka okkum størri og størri ábyrgdir av hesum landi. Hetta er alt lýst nágreiniliga í okkara sjálvstýrislóg. Fyri tað næsta, so vil eg veruliga mæla til eitt virðiligt og sinniligt orðaskifti fram til fólkaatkvøðuna, tí tað skylda vit Føroya fólki. Harvið er ikki sagt, at vit ikki fara at bera boðskapin kláran og greiðan fram. Okkara rødd skal ríkiliga hoyrast, tá tann tíð kemur.

Men hetta var sanniliga hugstoytandi at lesa fyri okkum í tingmanning Javnaðarfloksins, tí ikki so lítið arbeiði liggur frá serliga okkara síðu í tí felags arbeiði, sum er komið frá stóru andstøðuflokkunum.

Men uppaftur meira hugstoytandi er tað at vita, at Edmund Joensen trýr, at arbeiðið fyri framhaldandi ríkisfelagsskapi verður styrkt av, at hann nú vil vera í sjálvdrátti. Við egnum vilja roynir hann at seta kílar niður ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Hann átti at vitað, at slíkt bert kann styrkja samgonguna.