Nøktandi fyri okkum

Vit hava onki mist, men tað er spell, at tað skuldi ganga so long tíð, áðrenn ein loysn varð funnin Hetta er ein loysn, sum kann brúkast og tað eru vit nøgd við.

Joel undir Leitinum á Samskip, fegnast nú um, at Vinnumálaráðið nú hevur funnið eina loysn á trupulleikanum við skipum, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit umrøða longur niðri á Portalinum í greinini: Fyribils loysn á stórum trupulleika.

Tað er langt síðani, at ES gjørdi føroyskar myndugleikar varugar við, at viðurskiftini vóru ikki í lagi og beint fyri jól, tók Sosialurin málið upp og vísti á, at vandi er fyri, at nakrar føroyskar fyritøkur fara at missa tíggjutals milliónir.

Tá varð ein fyribils loysn funnin og tað fegnast Joel undir Leitinum um tú hetta er ein loysn, sum er nøktandi fyri tey.

- Men hetta er ein gamal trupulleiki og spurningurin er, hví vit skulu bíða til heilt uppundir jól, til ein loysn var funnin.

Hann staðfestir, at tað er í evstu løtu, at ein loysn varð funnin, tí tað er nú, at tað stóra virksemið byrjar og varð ongin loysn funnin nú, fór hetta virksemið fyri skeytið.

Hann staðfestir eisini, at Samskip hevur ongar ordrar mist av støðuni, sum tók seg upp.

Men seinni í dag hava vit samrøðu við Johan Dahl, sum hevur frystigoymsluna í Vági og hjá teimum kom loysnin nakað seint.