– Nú koyra vit heilt upp í topp

Hjalgrím Eltør legði upp til seinna málið hjá NSÍ móti GÍ í gjár, og hann er ikki í iva um, at NSÍ var rætti vinnarin.

– Tað er einki at ivast í, og um vit hyggja at kjansunum, so hevði tað verið ein skandala, um vit ikki fingu trý stig. Fyrri hálvleikur var hampiliga javnur, har vit tó hava fleiri kjansir, men í seinna hálvleiki er klassamunur á liðunum, staðfestir klaksvíkingurin hjá NSÍ.

Eftir tvey útivallartap á rað, kom tað væl við at vinna á grannunum í Gøtu, og sigurin ætlar NSÍ sær at byggja víðari á.

– Nú fara vit at koyra víðari, og vit skulu heilt upp í toppin, tað er einki at ivast í, sigur avgjørdi, men fegni Hjalgrím Eltør.