Út er komin skaldsøgan Tann blinda uglan eftir Sadegh Hedayat. Týtt hevur Lív Joensen.
Hedayat, 1903-1953, var iranskur rithøvundur og týðari. Hann er kendasti iranski nútíðarhøvundurin og var ein hin fyrsti í Iran, sum skrivaði modernistiskt. Íblástur fekk hann serliga frá verkum hjá Rilke, Kafka, Poe, Tjekov og Maupassant. Tann blinda uglan er kendasta verk Hedayats og hevur verið kallað eitt hitt týdningarmesta bókmentaverkið á persiskum máli.
Bøkurnar hjá Sadegh Hedayat eru undir álopi frá islamistum og eru forbodnar í Iran. Forlagið Ungu Føroyar gevur út.