Nú kom svarið frá Høgna Hoydal

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú svarað Vinnunevndini hjá løgtinginum upp á teir spurningar, nevndin hevði um nýggju fiskivinnuskipanina, ætlanin er at seta í verk. 

Vinnunevndin hevur nógvar spurningar til landsstýrismannin og fyrrenn teir vórðu svaraðir, bíðaði nevndini at viðgera málið

Men nú er svarið so komið, Eitt nú greiðir Høgni Hoydal frá, hvussu ætlanin er at rokna illa umstrídda antitrust- markið út, bæði næsta ár, tá ið línuskip og trolarar hava fiskidagar, og í 2019, tá ið tey hava kvotur.

Og í hesum sambandi greiðir hann eisini frá, hvussu stóran part, hvør einstakur reiðari fer at fáa. Somuleiðis greiðir hann frá, hvussu ætlanin er at rokna kvoturnar út, tá ið skift verður frá fiskidødøgum til kvotur og hann greiðir frá um ætlaðu uppboðssøluna.

Og somuleiðis verður greitt frá menningarkvotunum, har endamálið er at stuðla upp undir virðisøking og virksemið í økjum, sum hava avmarkaða atgongd til fiskatilfeingið og arbeiðsloysið er stórt.

 

Men talan er um eitt stórt og torskilt mál, men tey, sum hava hug, kunnu lesa svarið við at trýsta her