Bjørn Patursson
Nevndarformaður, Bóndafelag Føroya
Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm hevur fleiri ferðir roynt at gera broytingar í lóg um landsjørð. Næstan hvørjaferð hevur løgtingið sent honum uppskotini retur tí, háttvirda ting vil hava eina heildarætlan um, hvat man vil við almennu jørðini og landbúnaðinum. At enda máttu so broytingar gerast, tí landsgrannskoðarin talaði at, soleiðis sum støðan við Jarðarráðnum var.
Ein arbeiðsbólkur situr júst við hesum spurningi
Hesin sami landsstýrismaðurin er so avgjørt tann effektivasti, ið verið hevur í mong ár fyri landbúnaðin, tí hann gjørdi skjótt av at seta ein bólk til at gera eftir ordra løgtingsins um at gera eitt uppskot til ein landbúnaðarpolitik og struktur fyri landsjørðina soleiðis, at tingfólk og onnur sum hava áhuga, greitt vita, hvussu politikkurin og hvør struktururin í landbúnaðinum verður í framtíðini. Arbeiðsbólkur er farin til verka, og fyrsta málið á skránni er júst struktururin í landsjørðini. Her eru nógvir og eymir spurningar at taka støðu til, men nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða effektivt og skjótt undir leiðslu av Búnaðarstovuni.
Sum ketta upp úr høvdatrog
Hetta lógaruppskotið kemur nú sum eitt ógvuliga forstýrandi element, meðan arbeiðsbólkurin situr og leggur út í kortið júst soleiðis, at løgtingslimir skulu fáa væl undirbygt og strukturerað tilfar at taka støðu til. Tá hetta er framlagt var tað meir mansligt av Sjálvstýrisflokkinum at komið við broytignaruppskoti, um hann ikki var nøgdur.
Panikkur í fyri at skava inn undir seg
Men hvat ger løgtingið nú! Jú uttan um landsstýrismannin verður lógaruppskot lagt fram um at selja traðirnar frá festunum, soleiðis at nøkur fá kunnu ríka seg upp fyri alment tilfangi. Hetta mál er júst sum fiskurin eitt alment tilfangi, sum nú skal forerast nørkum fáum bert við einum endamáli og tað er spekulasjón. Tí um tað ikki var so, hvat er so galið við leigitraðunum? Nú er aftur hesin vina- og kennigapolitikkurin komin í hásætið. Nú mugu vit skunda okkum at fáa krámað alt sum kann krámast, áðrenn ein heildarætlan kemur á borðið. Hendan vanliga nalvaskoðanin.
Vælsignaðir gevið eitt sindur av toli aftrat
Gevið arbeiðsbólkinum tíð og ein tjans einaferð með alla at koma til ein konsensus, sum landsstýrismaðurin síðani kann bera niðan í tingið. Tá fær tingið nakað at tosa út frá og taka støðu til.










