Nú kom aðalorðaskiftið?

Leingi hevur verið tosað um tað, og ymiskt hevur verið, hvussu stórar vónir fólk hava sett til tað. Men nú er aðalorðaskiftið á tingi um Hvítubók og fullveldisætlanina byrjað. Men er nakað nýtt komið fram, síðani tjóvstartin seinast í august mánaða, tá fjølmiðlarnir fingu fatur á bókini við øllum loysnunum, áðrenn hon varð almannakunngjørd?

Eins og flest aðrir fjølmiðlar í landinum, var Sosialurin í tinginum gjáramorgunin, tá hol varð sett á aðalorðaskiftið um Hvítubók og fullveldisætlanina.

Spenningur var í tingsalinum hendan døkka og regnváta oktobermorgunin, tá hol varð sett á eitt av álvarsamastu orðaskiftunum nakrantíð her á landið. Fólk vóru spent eftir at vita, um nakað nýtt fór at koma fram, sum ikki hevðið verið penslað út á fundum, í sjónvarpi, í útvarpi og í bløðunum áður. - Men gakk?

Tann fyrsti á tingsins háttvirda røðarapalli var framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, Hergeir Nielsen. Hesin var, eins og vanligt væl fyrireikaður, og sum vanligt legði hann nógv í at orða seg væl. Men segði hann nakað nýtt?


Fullveldisfamiljan

Jú, orðini vóru ikki tey somu, sum tey, ið hava verið at hoyrt upp í saman síðani 1. september - ella kanska longur aftur í tíðina. Men boðskapurin var júst tann sami. Samgonguflokkarnir vilja hava fullveldi, og talingur er ikki um, at tosa seg til sættis við andstøðuna um nakað, ið liggur har ímillum.

Hergeir Nielsen kom inn á tosið hjá Javnaðarflokkinum, um at vanliga føroyska familjan fær tað munandi verra fíggjarliga, um vit fáa fullveldi. Hann gjørdi greitt, at hann er alt annað, enn samdur við Javnaðarflokkinum.

Hergeir Nielsen segði seg vera sannførdan um, at føroyska familjan fær tað munandi betur, um vit fáa føroyskt fullveldi. Hann vísti á, hvussu hættislig støðan fyrr hevur verið undir teirri ríkisrættarligu skipan, vit í løtuni hava, og setti hann spurnartekin við, hvussu føroyska húski fer at hava tað undir verandi skipan.

Sambært Hergeiri Nielsen, er húskið høvuðstáttur í fullveldisætlan samgongunnar, og tí er eingin orsøk at óttast fyri, at støðan hjá føroysku familjuni fer at verða verri, um vit fáa føroyskt fullveldi.


Lichtenstein

Fyri stuttum var uttanlandsnevndin á kunningarferð í Lichtenstein. Tað vil siga, at partar av uttanlendsnevndini vóru á kunningarferð. Jóannes Eidesgaard tók ikki undir við ferðini, tí eftir hansara tykki var ikki talan um eina kunningarferð, men eina reina og skara fullveldisferð, har høvuðsendamálið var at finna argumentir fyri fullveldisætlanini.

Jú, Hergeir fann argumentir. Hann segði í røðu síni, at hann hevði spurt fólk í Lichtenstein, um tey kundu hugsað sær at fingið ein part av fíggjarlógini skattafrítt frá øðrum landi. Jú, tað vildu tey. Men so spurdi hann tey, um tey afturfyri vildu lata gevaranum evstavald afturfyri, svaraðu øll nei beinan vegin, og hildu hetta vera ørvitistos.

Hergeir Nielsen helt fram, og segði, at einastu ábyrgdarleysu fólk í ríkinum eru drotningin og Føroyingar. Hesi ynskja nevniliga, at ikki tey, men danska stjórnin skulu hava evstu ábyrgd yvir teimum.

At enda nam Hergeir Nielsen við tann nógv umtalaða breiða meirilutan. Hann helt, at tað uttan iva bert eru smálutir, ið skilja Javnaðarflokkin frá samgonguni, og helt fyri, at tað bara snýr seg um tíð, til Javnaðarflokkurin tekur undir við samgonguni.


Hvítabók breið

Óli Breckmann var næsti framsøgumaðurin, ið trein røðarapallin. Hann tosaði um, hvussu nógvir møguleikar eru í Hvítubók, og helt hann fyri, at sumt líktist politikkinum hjá Fólkaflokkinum, ið kallast kós framá.

Vilhelm Johannesen var skjótur at koma við viðmerking til røðuna hjá Óla Breckmann, og helt hann, at kós framá líkist so nógv sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, at tað næstan er tað sama.


Handverkarin Høgni

Jóannes Eidesgaard var framsøgumaður fyri Javnaðarfloksins, og gjørdi hann nógv burturúr amboðskassanum hjá Høgna Hoydal. Hann helt fyri, at eftir hansara tykki, eru einans niðurbrótandi amboð í amboðskassanum. Har er øks at høgga sundur við, sag at saga sundur við, bittong at slíta nakað sundur og so fram vegis. Niðast helt Jóannes Eidesgaard seg finna eina sleggju, ið skuldi brúkast at knúsa alt tað, ið hini amboðini ikki fingu oyðilagt.

Samanumtikið helt Jóannes Eidesgaard lítið um fullveldisætlanina hjá samgonguni. Hann segði seg sum andstøðupolitikara vera noyddan at halda aftur fyri hesum skilaleysa politikki, so ikki alt samfelagið fer út av kós.

Jóannes Eidesgaard vísti á, at skilabesta loysnin er sjálvsstýrisuppskot Javnaðarfloksins.


Einki nýtt

Eftir røðuna hjá Jóannesi Eidesgaard høvdu vit báðir, myndamaðurin, ikki longur stundir at vera í løgtinginum og lurta. Men sigast má, at tá farið var avstað, var neyðugt at klóra sær í høvdinum og spyrja seg sjálvan »hoyrdi eg nakað nýtt?«. Efitir mikið brak í høvdinum av álvarsomu hugsanini kom svarið. Nei!

Kjakið um ríkisrættarligu støðu Føroya er enn á sama støði. Tað, sum alt ræður um, er hjá øllum teimum ymisku flokkunum at markera seg. Talan er ikki, eins og víst hevur verið á, at tosa seg fram til eina semju. Kanska var hetta orsøkin til, at tingmenn høvdu úr at gera við at teska í krókunum og uppi á loftinum um øll møgulig onnur mál enn ríkisrættarligu støðuna?