Nú kippa tey sangfuglarnar

Í besta Pol Pots stílið verða tveir teir mest týðandi lands­stovnar niðurlagaðir, so­leiðis at tann óhefti og ópolit­iski leiklutur, ið Lands­bank­in og Hagstovan hava havt, gerst eitt politiskt neyð­ar­egg. Nei nú var tað ikki nokk, at um­sitingin í fíggjar­mála­ráðnum fekk munn­kurv, samstundis sum tey fingu politisk harra­boð, tá tey mæltu frá at skatta pensión­irnar við inn­gjaldi.

Frank Davidsen

Meðan Pol Pot tveitti tey mest dugnaligu fólkini í um­sititngini út á rísmarkinar, so er ætlanin at hesir báð­ir stovnar bara soleiðis hiss­ini verða parkeraðir inn á Gjaldstovuna. Kanska polit­iska leiðslan ætlar, at vit­anin hjá hesum stovnum skal bombast aftur í tríssini. Búskaparráðið verður helst tað næsta, sum stendur fyri tørni, tí óansæð hvørji til­mælið Búskaparráðið kemur við, sum kann gagna tí bú­skaparligu gongdini, so er tað so eiðasørt, at nakað av h esum tilmælum vinnur upp land.
Henda avgerð hevur einki sum helst við nakra spar­ing at gera. Hinvegin so hevur henda ætlan eittans endmál, og tað er at seta Landsbankan og Hagstovuna í skák og mát, soleiðis at teirra lutur her eftir bara verður eitt eiti, meðan alt teirra virksemi kemur at vera politiskt stýrt.
At Fólkaflokkurin bardist við hond og fót í móti, at Lands­bankin nakrantíð skuldi síggja dagsins ljós, tað vita flest øll sum hava fylgt við í politikki. Men at Sam­bandsflokkurin skal sita og hyggja at, meðan ein so týðandi stovnur verður niður­lagaður frá einum degi til dags, tað er skelkandi.
Men Sambandsins lut­ur í hesi samgongu er nú eina­ferð soleiðis, at teir tiga og samykkja. Aftaná tógvið stríð við at fáa tilfeingisgjaldið upp á pláss, til tess at fáa niður­goldið skuld lands­kassans, so kemur fiskimálaráð­harr­­­in løtu seinri og greið­ir fjøl­miðl­um frá, at til­feingis­gjaldið skal fíggja hav­rann­sókn­ar­skipið. Ja, mangt er so, segði Kjartan.