Í dag kennist Landsfólkayvirlitið við navnið Ahmed Davy Sylla.
Í gjár varð hann ikki skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum sum búgvandi í Føroyum, men tað er hann í dag.
Tað er fólkayvirlitið hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur gjørt skrásetingina av Ahmed Davy Sylla, og har var í gjár sagt, at Sylla er skrásettur í Tórshavnar kommunu. Orsøkin til, at hann ikki var at finna í Landsfólkayvirlitinum var søgd at vera, at so var málið ikki koyrt ígjøgnum hjá Landsfólkayvirlitinum.
Eingin bíðitíð
Mannagongdin er, at kommunan sendir Landsfólkayvirlitinum allar flytingar so skjótt, sum tær eru klárar, og so verða persónar skrásettir í Landsfólkayvirlitinum beinanvegin. Lítil og eingin bíðitíð er eftir hesum.
- Um øll pappírini eru í lagi, skráseta við flytingarnar frá kommunalu fólkayvirlitunum sama dag, sum vit fáa tær. Onkuntíð bíða vit við skrásetingini,um øll pappírini ikki eru í lagi, og onkuntíð kunnu kommunurnar bíða eftir onkrum í málinum, verður sagt av Landsfólkayvirlitinum.
Lógin forðar fyri, at neyvar upplýsingar um slíkar flytingar kunnu latast almenninginum, og tí fæst ikki at vita, nær flytingin hjá Sylla til Føroya formliga varð gjørd.
Hvørki fólkayvirlitið hjá Tórshavnar kommunu ella Landsfólkayvirlitið kunnu upplýsa, nær ein persónur er skrásettur, men við vanligari høvuðrokning ber til at staðfesta, at Landsfólkayvirlitið hevur skrásett Sylla innanfyri seinasta døgnið. Hinvegin kann málið hava ligið eina tíð hjá Tórshavnar kommunu og bíða.
FSF ger einki
Kappingarnevndin hjá FSF hevði fund í gjár, og tá vóru reglarnir viðvíkjandi útlendskum leikarum viðgjørdar. Men í løtuni er eingin kæra um loyvið hjá Sylla, og tí var tað ítøkiliga málið als ikki viðgjørt, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í kappingarnevndini.
- Tá ið Sylla fyrstu ferð kom til Føroya, var neyðugt hjá avvarðandi felag at útvega arbeiðs- og uppihaldsloyvi og váttan frá Landsfólkayvirlitinum, áðrenn Sylla fekk spæliloyvið. FSF skal fáa eitt ITC-loyvi, sum stendur fyri International Transfer Certificat, og samstundis skulu vit síggja arbeiðs- og uppihaldsloyvi, áðrenn hann fær spæliloyvið. Hesum syrgdi ÍF fyri, men tá ið hann skifti til B36, fekk havnarfelagið eisini ábyrgdina av at syrgja fyri, at øll viðurskifti vóru í rættlag viðvíkjandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Tað hoyrir ikki undir okkum, sigur Høgni í Stórustovu.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur tí, at ein møguligur trupulleiki hjá Sylla og B36 ikki hevur nakað við FSF at gera.