Nú kemur yogalærarin aftur til Føroya

Fyrst varð hann útvístur aftur til India, men nú er hann ávegis til Føroya

Danski myndugleikar hava givið Praveen Satthi loyvi til at koma aftur til Føroya. Tað var fyrr í ár, at løgreglan bankaði á dyrnar á yogastaðnum í býnum í Havn við boðum um, at yogalærarin skuldi úr Føroyum sum skjótast. 

 

Tað gjørdist til tógvið stríð millum eigararnir av Yoga&Vælvera og myndugleikarnar, men tá ið avtornaði var indiski maðurin noyddur at takka fyri seg. Tó so hava tey verið heldur kreativ í tíðini, meðan hann hevur verið í India. Tí umvegis Skype hevur hann framhaldandi undirvíst føroyingum í yoga - við einum hjálpara aftrat sær, sum var staddur í Føroyum, meðan hann var at síggja á skíggjanum. 

 

 

Nú kemur hann aftur til Føroya. Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Yoga&Vælvera var í stórum vanda fyri at missa fyritøkuna, tá ið indiski lærarin varð sendur úr Føroyum, men orsaka av kreativum loysnum og yvirberandi kundum er fyritøkan framvegis livandi og klár at taka í móti indiska Praveen Satthi aftur.