Næstan eitt ár er liðið, síðan Thomas Ring vann X-Factor finaluna í Parkini, við yvir 40.000 áhoyrarum og tveimum milliónum hyggjarum. Eftir finaluna hevur tað verið nakað av tøgn rundan um fólkaskúla sangaran, men nú er fløgan ávegis.
Fríggjadagin verður hann gestur í fyrsta LIVE shownum í ár, har hann fer at framføra sítt lag ?Break the Silence?.
-Tað er fantastiskt, at verða komin her til. Eg havi altíð droymt um at gera mínar egnu sangir, so hendan fløgan er mítt barn, mítt hjartablóð, sigur Thomas Ring, sum sjálvur hevur skrivað løgini, við DR.
Single-lagið Break The Silence fær heimsfrumførslu í X-Factor fríggjadagin, og seinni tað kvøldið kann lagið keypast á netinum.
-Fløgan er popptónleikurin, við einum eyka lagið undir, sigur hann við DR.