Nú kemur vøllurin í Hoyvík

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur
----

Fótbóltsvøllurin í Hoyvík, sum leingi hevur verið bíðað eftir og brúk stórliga er fyri, verður nú settur á skinnarar. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur júst samtykt at gera vøllin, og mælt verður býráðnum til, umvegis fíggjarnevndina, at játta neyðuga peningin til vøllin.

Í Hoyvík búgva um 4.700 fólk, so fólkagrundarlagið er avgjørt til staðar til bestu karmar um fótbólt, eins væl og annan ítrótt. Eisini verður hesin vøllur ein avgerandi bati hjá fótbóltsfeløgunum Giza/Hoyvík og Undrinum.

Frammanundan fáa tey bara avlopstíðir á hinum vøllunum runt um í býnum, so talan verður í heilum um venjing til seint út á kvøldið, umframt at trupult er at fáa tíðir til øll liðini. Serliga illa kemur hetta kanska við hjá Giza/Hoyvík, sum eisini er farið undir ungdómsvenjing.

Fyrimunurin av, at farið verður nú undir at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík til veruleika, er ikki bara fyri tey, ið búgva í økinum, tí samstundis sum Giza/Hoyvík og Undrið fáa nýggjan heimavøll, verða fleiri tímar til taks á øðrum vøllum, so feløgini, sum hava verið har frammanundan, nú fáa betri stundir til ungdómin og tað, tey annars arbeiða við.

Nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík, ið kemur at økja um trivnaðin og skapað góðar karmar fyri rørslu og ítrótti í Hoyvík, skal liggja á planeraða økinum beint sunnan fyri Skúlan við Løgmannabreyt, sum tí óivað eisini kann fáa gleði og gagn av honum.

Hugsjónin er, at hesin vøllur skal koma øllum borgarum í kommununi til góðar, samstundis sum hann kann verða ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og ungum.