Umsíðir er líkt til at tann nýggi ?Tróndur í Gøtu? hjá Varðanum í Gøtu sleppur til fiskiskap. Hann hevur nú verið royndartúr, og sum skilst kann reiðarí?ið yvirtaka hann í morgin. Síðani verður kósin sett ímóti heimstaðnum, Gøta.
Ymiskir trupulleikar hava gjørt sítt til at skipið er vorðið seinkað nakað. Men nú vóna menn, at teir kunnu sleppa til fiskiskap aftur sum skjótast.