Nú kemur summarið í Danmark

Sumrini í Danmark hava verið rættiliga góð síðstu árini við nógvum hita og nógvari sól. Alt bendir eisini á, at summarið aftur fer at vera gott í ár, og komandi vikuskiftið kann blíva byrjanin uppá eitt heitt og gott summar hjá dønum.

Veðurfrøðingar í Danmark vilja nevniliga vera við, at sólin fer at skína stóran part av vikuskiftinum í Danmark, og tey vænta, at hitin fer at liggja omanfyri tey 25 hitastigini.

Eitt stórt hátrýst yvir Skandinavia ger, at heit summarluft av eysturi streymar inn yvir Danmark komandi dagarnar, og hetta ger, at tey fáa nógva sól. Serliga um vikuskiftið kann blíva heitt, og veðurfrøðingarnar vænta upp í 29 hitastig.

Sostatt verður lagt upp til nakrar góðar summardagar í Danmark, og hetta fara fleiri helst at njóta í lundum, í skógum og helst eisini á strondini. Um kvøldið fer hitin neyvan niður um 15 hitastig, og tí hava danir møguleika at hugna sær frammanfyri grillini í garðinum ella á terassuni.