Nú kemur rundkoyringin á krossinum í Gøtudali

Nú er av álvara ferð sett á at gera rundkoyringina á vandamikla krossinum í Gøtudali. Sostatt kunnu norðoyingar, leirvíkingar, fuglfirðingar, gøtufólk og annars øll, sum dagliga ferðast í økinum loksins gleðast um, at vegastrekkið verður tryggari at ferðast á í framtíðini.

Rundkoyringin fer samstundis at vera innkoyringarvegur til vinnuøkið í Gøtudali og fer har við at avlasta avkoyringarnar sum annars eru í Gøtudali. Væntandi fer bygging á vinnuøkinum at byrja fyrst í komandi ári, sigur Gøtu kommuna.