Í meira enn eina fjórðingsøld hevur talan verið um at gera eina rundkoyring her – uttan at tað tó hevur eydnast at fingið umsett hesa átroðkandi ætlan til veruleika.
Knúturin hevur øll hesi árini verið, at landið - sambært avtalu við Tórshavnar kommunu – upprunaliga hevði ábyrgdina av at gera hesa rundkoyring.
Samstundis bant kommunan seg til at gera eina rundkoyring á vegamótinum R.C. Effersøesgøta/Norðrari Ringvegur.
Kommunan helt sín part av avtaluni, men landið leyp tíverri frá sínum parti.
Seinni hevur landið tó gjørt eina minst líka neyðuga rundkoyring á vegamótinum Hvítanesvegur/Vegurin Langi, og tøkk fyri tað.
Hetta hevði tó við sær, at ætlaða rundkoyringin á Eystara Ringvegi gjørdist ein kommunal uppgáva, sum nú altso er komin nærri eini loysn enn nakrantíð fyrr.
Hósdagin samtykti ein meiriluti í teknisku nevnd (undirritaði íroknaður) at taka av einum nýggjum tilboði frá sp/f Andreas Berg um at gera eina rundkoyring her við einum tvørmáti upp á 30 metrar.
Tilboðið er uppá góðar 10 mió. kr., men samanlagdi kostnaðurin – tá eftirlit, umsiting, meirvirðisgjald o.tl. er tikið við – verður 14,3 mió. kr.
Tá arbeiðið fyrr í ár varð boðið út, var ætlanin at gera eina rundkoyring við einum tvørmáti uppá 37 metrar.
Lægsta tilboðið frá Andreas Berg var upp á góðar 15 mió. kr. Men við omanfyri nevndu eykaútreiðslum, kom samlaði prísurin uppá slakar 19 mió. kr.
Av tí at talan – eftir býráðsins meting - var um ein óvæntaðan høgan prís, hava umsitingin og byggimeistarin síðani samráðst um eina aðra, bíligari loysn, sum serfrøðingar í vegamálum tó meta at vera ferðsluliga fult forsvarliga.
Ein meiriluti í teknisku nevnd hevur tískil samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við hesi loysnini, sum er smáar 5 mió. kr. bíligari enn fyrra tilboðið.
Málið kemur fyri á býráðsfundi seinni í hesum mánaðinum, og vónandi verður undirtøka eisini har fyri tí, so farast kann undir arbeiðið skjótast gjørligt.
Støðugt vaksandi ferðslan á hesum vegastrekki krevur, at okkurt munagott nú verður gjørt til tess at loysa henda trupulleika.
Ivist ikki í, at flestu teirra, ið dagliga nýta hesa farleið til og frá arbeiði, taka undir við loysnini at gera eina rundkoyring.
Nú hevur verið bølt ivaleysa leingi omaná hesum álvarsmáli.
Hetta er síðsta útkall hjá sitandi býráði at fáa enn eitt týðandi mál við á avrikslistan fyri hetta annars sera hendingarríka valskeiðið, ið hevur verið merkt av framburði á at kalla øllum økjum.