Rósa Samuelsen,landsstýriskvinna og Heðin Mortensen borgarstjóri gjørdu í morgun semju um røktarheimið, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja Yviri við Strond Semjan ber í sær, at stuðul verður latin eftir lógini um studningslán til bygging av ellis- og røktarheimi, og við hesum er fyrsta stóra stigið tikið fram ímóti einari endaligari loysn á bráðneyðuga røktarheimstørvinum í Suðurstreymoy, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í tíðindaskrivi.
Hann leggur afturat, at býráðið fer nú at taka støðu til at fáa gjørt eina byggiskrá um eitt røktarheim við 64 búplássum.
Eftir avtaluni millum landsstýriskvinnuna og borgarstjóran verða formligu viðurskiftini í sambandi við umsóknina frá Tórshavnar kommunu avgreidd sum skjótast, og tá tað er gjørt, fer Tórshavnar kommuna beinanvegin undir verkætlanina.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráði, sigur, at nú er bert eftir at gera eina verkskrá fyri byggingina, sum býráðið skal góðkenna at fara undir hósdagin í komandi viku, so kann arbeiðið fara í gongd.