Nú fáa vit eina føroyska lóg um, hvussu vit skulu bera okkum at, tá ið vit fara í hagan
– Tað er avgerandi at skipa atgongdina til føroysku náttúruna, so at hon bæði leggur upp fyri tí virksemi, sum er, samstundis sum at tað skal bera til at troyta nýggjar, burðardyggar vinnu- og frítíðarmøguleikar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
– Frítíðarvirksemið í føroysku náttúruni veksur, nú alt fleiri føroyingar, og útlendsk ferðafólk leita sær út um bøgarðarnar at uppliva náttúruna, staðfestur hon.
Hon heldur, at verður farið fram við skynsemi , er tað gott fyri trivnaðin hjá fólkinum, sum her býr. Tað kann somuleiðis betra um tilvitanina um náttúruna og tað siðbundna virksemið, sum føroyingar í øldir hava røkt og enn røkja í haganum.
Harumframt letur tann vaksandi áhugin at uppliva náttúruna upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, serliga á teimum støðum í landinum, sum treingja mest til tað.
– Náttúran er okkara dýrabarasta tilfeingi. Tí eiga vit at leggja nógv fyri at verja hana, sigur landsstýriskvinnan.
Nú bæði føroyingar og vitjandi ferðafólk í stórum tali ferðast í náttúruni, er neyðugt við skipaðum viðurskiftum. Tí miðja vit eftir at finna eina javnvág millum rættin hjá fólki at ferðast í haganum og atlitini at verja náttúru-, djóra- og plantulív umframt búnaðarvirksemi”, sigur hon.
Tað vera umboð úr Heilsu- og innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum fara at gera uppskotið til eina lóg um gongd, uppihald, fyrilit, gjøld, og annað í haganum. Men tað verður Heilsu- og innlendismálaráðið, sum fer at varða av lóggávuni.