Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur nú sent kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju til hoyringar.
Endamálið við kunngerðini er at minka um ampa og skaðilig árin frá óljóði frá skipum við bryggju, og kunngerðin skal áseta markvirðir fyri "lágfrekvent óljóð", sum er ljóð við frekvensi millum 10 og 160 Hz, frá skipum við bryggju.
Í uppskotinum stendur, at markvirðið fyri óljóð mátað innandura í bústaðarbygningum, bústovnum og sjúkrahúsum verða 32 desibell millum kl. 7. á morgni til klokkan 23. um kvøldið, og 27 desibell millum kl. 23. um kvøldið og kl. 7. um morgunin.
1. januar 2023 broytast tey markvirðini til ávíkavist 28 desibell og 23 desibell, og 1. januar 2025 verða tey 25 desibell og 20 desibell.
Kunngerðin ásetur eisini, at fastar mátingarstøðir skulu setast upp har, sum tað er serliga ábært fyri óljóði frá skipum við bryggju.
Havnamyndugleikin hevur til uppgávu at tryggja, at skipavirksemi ikki larmar meira enn neyðugt, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við at ásetingarnar í kunngerðini verða fylgdar.
Freistin at lata inn hoyringssvar er 4. januar í 2021, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.